Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, var tilsamans seks ár á sjónum, og tað var eina góðveðursnátt í Kyrrahavinum, at hann gjørdi av, at sjógvurin ikki skuldi gerast hansara lívsstarv.
- Tað var mánalýsi hesa náttina. Eg stóð og hugdi niður í sjókortið og hugsaði, at nú hevði eg gjørt mær nakrar royndir á sjónum, men at sjógvurin fór ikki at gerast mítt lív, sigur hann við Sosialin í dag.
Tað verður mangan sagt, at hevur tú ikki verið til skips, hevur tú heldur ikki gingið í lívsins skúla. At fiski-og sjóvinna í Føroyum hevur verið mett sum lívsins skúli, er ivaleyst tann týdningur, sum vinnan gjøgnum langar tíðir hevur havt í okkara samfelag.
Í Sosialinum, sum er borin í hvørt hús í dag, greiðir løgmaður í stuttum frá síni tíð sum dekkari við Váðasteini, stýrimaður hjá Mæersk og farmaskipinum Herborg, sølumaður hjá Føroya Fiskasølu, virkisleiðari á Kósini í Klaksvík og sum sameigari av útflutningsfyritøkuni Farex.
- Eg fór fyrstu ferð til skips sum 13 ára gamal við farmaskipinum Star River. Pápabeiggi mín, Rasmus Johannesen, førdi skipið, og eg slapp við sum dekkari í summarfrítíðini millum 6. og 7. flokk. Vit fóru yvir til Íslands við fiskamjøli. Í Íslandi sigldu vit millum býir, og eg haldi, at hesin túrurin vardi einar tríggjar vikur ella so.
Løgmaður sigur, at hann fekk sjóverk, tá teir høvdu loyst, og hann hevði sjóverk í einar tveir dagar. Hóast hetta var um summarið, var veðrið vánaligt, tá Star River loysti í Miðvági.
- Fyrstu náttina reyk pakningurin í kúgvaeyganum í mínum kamari, og strálan av sjógvi stóð inn á dúrkið. Hetta var tó eingin trupulleiki, men var eitt vátt upplivilsi hesa fyrstu náttina.
Tá summarfrítíðin var liðug, og Kaj Leo hevði gjørt sær sínar fyrstu royndir á skipsdekki, fór hann aftur í skúla at gera seg lidnan við 7. flokk.
- Summarið eftir fór eg sum 14 ára gamal veruliga til skips. Hetta var við línuskipinum Váðasteini við Jóhan í Hoyvík sum skipara.
Løgmaður var knýttur at Váðasteini í fýra ár, og hann gjørdi alt fyri at fáa siglingstíðina sum skjótast, soleiðis at hann kundi fara á skúla at læra til skipsførara.
Sum útbúgvin skipsførari, sigldi Kaj Leo Holm Johannesen eitt nú sum stýrimaður við Klaru Mæersk, sum Anton Olsen í Rituvík á sinni bjargaði teimum mongu vietnamnesisku flóttafólkunum við.
- Tað var tí eitt søguligt skip, sum eg kom at standa á brúnni á, sigur løgmaður í øðrvísi samrøðuni, sum kann lesast í Sosialinum í dag.