Yrkingarnar í "Ringrás í mjørka" eru ofta minnisbrot frá yngstu árum, har lívið mangan var einfalt og lukkuligt.
Í fleiri av yrkingunum er ein sorgblíður longsil aftur til barnaárini, samstundis sum eg'ið leingist út í heim. Hon er fullvæl greið yvir, at barnaárini eru farin, men tað tykist at vera so stutt síðani.
Rakul Jónheðisdóttir Tróndheim (f.1999) hevur lisið til bachelor í enskum og religión á University of Stirling í Skotlandi og lesur í løtuni til kandidat í enskum á Københavns Universitet. "Ringrás í mjørka" er hennara fyrsta yrkingasavn.
Tað er Mentunargrunnur Studentafelagsins, sum gevur savnið út.