Fyri løtu síðani varð grind funnin á Søgvágsfirði stutt uttan fyri Bø.
Í skrivandi løtu liggja bátar beint uttan fyri bygdina Bø við grindini.
Sosialurin skilir, at ætlanin er at halda grindini til í Bø, av tí at Sørvágs Kommuna helst ikki vil hava grindina inn á sandin nú beint upp undir Vestanstevnu.
Grindin telur um 100 hval