Tað leyp einki av hjá B68

Næstbesta liðið hjá Skála var bara lítla løtu frá at vinna stig á Svangaskarði

B68 spælararnir fegnaðust og vóru lættir, tá ið Bent Tommy Linklett bríkslaði fyri síðstu ferð á Svangaskarði seinnapartin.

Næstbesta liðið hjá Skála vitjaði, og gestirnir fóru yvirum aftur fjørðin við 2-1 tapi. Tað restaði ógvuliga lítið í, at Skála vann eitt stig. Vanliga leiktíðin var um at vera farin, tá ið B68 skoraði sigursmálið.

At siga, at heimaliðið skoraði sigursmálið er at gera í so nógv av. Eftir fríspark og innlegg var tað Pedro Taracon Anton, sum royndi ímóti málinum. Bólturin rakti einara tveir aðrar og eisini stólpan, áðrenn hann fór í málið og so var 2-1 til B68.

Dómarin skrásetti sigursmálið at vera sjálvmál.

 

Esmar P. Clementsen setti hol á fyri heimaliðið longu í fimta minutti. Í fyrra hálvleiki var heimaliðið omaná, men tað eydnaðist ikki at økja um leiðsluna.

Tað restaðu trettan minuttir, tá ið Skála javnaði. Eftir horna var tað Arnhold Berg, sum stútaði bóltin í netið.

Skála var nógv betri við í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist tó ikki at halda tørn um javnleikin.

B68 hevur vunnið tríggjar ferðir og tapt ein dyst, og Skála hevur vunnið ein og tapt tríggjar dystir.