Abba Showið savnaði sera nógv fólk á Vágsbøi, og hóast gott lag, frálíkt veður og eitt sera flott show, góðar tónleikarar og serstakliga pen og væl syngjandi fólk, so varaði nærum ein tími, áðrenn veruligt lív kom í fjøldina, og tá var næstan ov seint.
Hóast bólkurin spældi fleiri av heilt stóru hittunum eru spæld, so sum ?Money, Money, Money?, ?Fernando? og ?Take a Chance on Me? so var skráin ov nógv merkt av friðaligum løgum, og løgum, ið fólk kanska ikki kendu heilt so væl, og tá ljóðmaðurin valdi at hava ljóðið sera spakuligt fyrsta tíman, so fór luftin úr ballónini.
Men nú tykist tað, sum ljóðmaðurin hevur funnið volumu-knøttin og í løgunum ?Dancing Queen?, ?Mama Mia?, ?Gimme Gimme?, ?Waterloo? og ?Thank You For The Music? hevur gott lív verið frammanfyri pallin, tó tykist tað at vera ov seint til at fáa allan Vágsbø við. Sum ummælari siti eg við kensluni av, at hetta kundi verið so gott, men gjørdist bara heilt ok.