Tað er ikki nú at vit skulu seta okkum aftur á og vera væl nøgd um, at vit eru nummar eitt. Tað var boðskapurin hjá Bjarna á Steig, yvirlækna, á tíðindafundi um koronu í dag.
Í londunum rundan um okkum, breiðir korona seg við fúkandi ferð og, men vit eru, at kalla, koronufrí. Men yvirlækin heldur altso ikki, at vit kunnu loyva okkum at seta okkum aftur á og fegnast um støðuna, tí tað er neyðug at vera á varðhaldi alla tíðina.
Nýggjast tilmælið frá myndugleikunum er, at øll, sum koma til Føroya skulu kannast fyri koronu tríggjar ferðir. Í hesum sambandi verður mælt til, at tey, sum koma hendavegin, lata seg kanna tríggjar dagar, áðrenn tey koma.
Tá ið tey so koma til landið, SKULU tey lata seg kanna, men so verður staðiliga mælt til, at tey halda seg heima teir fyrstu dagarnar, og ikki fara út ímillum fólk, og so lata seg kanna um aftur, tá ið seks dagar eru farnir. Er úrslitið av teirri royndini eisini, tey eru frísk, kunnu tey ferðast ímillum fólk, sum tey vilja – men tilmælini um frástøðu og reinføri, skulu eisini haldast.
Bjarni á Steig sigur, at áheitanin um at lata seg kanna umaftur tann sætta dagin, fær ikki verið kraftig nokk, og hann veit eisini dømi um, hvussu lítið skal til, og hvørjar avleiðingar, tað kann fáa at skúgva hetta tilmæli til viks.
– Seinasta vikuskiftið kom eitt fólk til Føroya, og royndin á flogvøllinum staðfesti ikki koronu. Men viðkonandi helt tilmælið um at vera í halda seg heima og tá ið viðkomandi so læt seg kanna um aftur tann sætta dagin, vísti royndin, at viðkomandi hevði koronu. Men av tí, at tilmælið um at halda seg heima, varð hildið, var eingin annar smittaður – uttan sambúgving.
– Men hevði tilmælið ikki verið hildið, kundi avleiðingi verið, at smittan aftur fór at gera um seg í Føroyum, segði Bjarni á Steig.
Hann tekur eisini undir við, at korona verður bast við tilmælum, heldur enn við lógum og forboðum. Tað er frægari at vit geva eini boð, sum fólk lurta eftir enn at gera eina lóg, sum fólk akta, men ikki lurta eftir, heldur hann. Og hann heldur, at fólk hava lurtað eftir boðunum, og tað heldur hann, at fólk eiga rós fyri.
Vísa tey, sum koma til landið, sama varsemi sum tey, ið eru her, eru góðar vónir um at forða smittuni at breiða seg í Føroyum, heldur hann.
Bjarni á Steig sigur, at tað ræður um at halda tilmælini um frástøðu, og reinføri, og um at lata seg kanna triðja dagin, áðrenn tey koma, og sætta dagin eftir at tey eru komin higar. Men eru tað fólk, sum ikki eru greið yvir tilmælið, eiga tey at verða gjørd varug við tað. Men annars heldur hann, at tey flestu, sum koma higar, halda tilmælini, tí tey vita, at tey koma til eitt land, sum er, at kalla koronufrítt.