Tað krevur styrki at stýra


 

Eg stilli uppaftur til býráðsvalið, tí eg vil gjarna vrea við at tryggja eina sámuliga stýring av Klaksvíkar Kommunu, har peningurin kemur borgarunum tilgóðar.

Royndir mínar í starvinum sum fíggjarmálaráðharri hetta seinasta hálvttriðja árið hava sjálvsagt verið mær sera lærurík, og kenni eg meg nú enn betur egnaðan at taka við ábyrgd í komandi býráðssetu, um veljarin gevur mær neyðuga álitið.

Tryggleiki

At borgarin í kommununi av røttum kann kenna seg tryggan við handfaringina av peningi kommununnar, hetta er grundarsteinurin undir øllum øðrum tiltøkum, sum sett verða í verk. Hetta er og verður mítt persónliga eyðkenni sum politikari. Eg vil tryggja eina stýring av inntøkum og útreiðslum hjá kommununi á ein slíkan hátt, so sum mest fæst fyri hann.


Skjótt er at fara á flog

Tað skal ofta so lítið til, at vit lata okkum ávirka ov mikið av rákinum í samfelagnum, so vit gloyma at hava fyrilit.

Hetta er serliga týðandi, tá talan er um almennan pening, sum jú er ogn tín og mín. Í góðum tíðum sum nú økjast krøvini og ynskini í samfelagnum ofta skjótari enn inntøkurnar. Úrslitið er ein yvirbjóðing, sum økir útreiðslurnar uppaftur meir, og so fær borgarin minni fyri peningin.


Hetta skulu

vit umganga

við skilagóðum politikki, har nóg mikið av arbeiði er til allar vinnuførar hendur, men heldur ikki meir. Avlopið verður goymt til seinni, tá niðurgongd einaferð kemur aftur.

Vilt tú hava framtøk undir tryggum og skipaðum viðurskiftum, so eri eg til reiðar at taka við álitinum.