Basel, Sveis: Ferðalagið, sum ferðast við landsliðnum, hevur onkra tíð verið størri, enn tað er í Fraklandi hesaferð. Umframt FSF-ferðalagið og tilhoyrandi tíðindapartin vóru eini 15-20 áskoðarar við flogfarinum hjá Atlantic, og tað er ikki víst, at hesi fara at hoyrast so væl millum tey mongu túsund við leikvøllin.
Ein lívsstílur
Hinvegin má sigast, at talan er um trúgvar stuðlar, sum nú eru við, og tað kann kanska viga nakað upp ímóti vantandi talinum.
Ein av teimum, sum fleiri ferðir hevur verið partur av ferðini, er Martin á Mýrini. Sum spælari í HB og eisini onkra ferðina á landsliðnum er hann á ongan hátt eitt navn, sum er ókunnugt fyri fótbóltshugaða føroyingin. Og hóast hann rættiliga tíðliga noyddist at stilla gaggurnar, so hevur hann tó sum dómari og í dag sum eygleiðari eisini sett sín dám á spælið við leðurkúluni.
Og hann er eisini skjótur at ásanna, at bólturin onkursvegna hevur bitið seg fastan í tilveru hansara.
- Tað er kanska eitt slag av lívsstíli. Bólturin hevur altíð verið ein týðandi partur av míni tilveru, og tí er tað eisini nakað, sum eg raðfesti høgt. Ítróttur sum heild hevur eisini givið mær rættiliga nógv, haldi eg. Bæði sum kropslig røkt, og ikki minst sum upplivingar.
Ivaðist ongantíð
Fyrstu árini var tað tó mest á skíggjanum, at Martin fylgdi við, tá landsliðið royndi seg á altjóða pallinum, men eftir eina ferð til Prag í 99, broyttist hetta.
- Tað var ein fantastiskur túrur har niður, og síðani havi eg verið fastur fúsur. Av útidystunum eftir hetta er tað bara tann í Reykjavík fyri trimum árum síðani, sum eg ikki havi verið til.
Nú vóru fyrstu úrslitini í hesi undankappingini einki serlig. Fleiri hava eisini tosað um fallandi áhuga fyri liðnum, men tú er so kortini við. Ivaðist tú ongantíð, tá atgongumerkið skuldi bíliggjast?
- Ikki eina løtu. Tá landsliðið spælir, so er tað eitt umboð fyri okkum øll. Og tað krevur, at vit geva liðnum okkara stuðul. Ikki minst, tá tað gongur ímóti.
- Og hartil eru hesar ferðirnar eisini í ávísan mun meira enn bara ein fótbóltsferð. Vit eru ein hampuliga fastur bólkur, sum plagar at ferðast við, og tí hoyrir mann á ein hátt til her. Upplivingarnar eru jú eisini nógvar, og tað er eitt slag av eykavinningini við ferðunum, um eg kann siga tað so.
Og eg kann ætla, at hetta verður ikki seinasta ferðin?
- Tað er so ikki ætlanin. Eg ætlai mær í øllum førum at vera við, so leingi sum heilsan og pengapungurin loyvir tí, sigur Martin við einum avgjørdum smíli.