2. partur
Tú skalt hava sera góða heilsu, ætlar tú at gerast flogterna. Har skal einki »skavank« vera. Hvørki kroppsligt ella sálarligt, sigur Bergtóra Nielsen, flogterna hjá Atlantic Airways.
Tað er eingin beinleiðis útbúgving sum so, sum gevur tær rætt til at kalla teg flogterna, sigur Bergtóra Nielsen. Men strong krøv verða sett tær. Bæði frá Statens Luftfartsvæsen og frá Atlantic Airways, greiðir hon frá.
Statens Luftfartsvæsen krevur av teimum, sum skulu arbeiða sum flogternur m/k, at tey eru í minsta lagi 19 ára gomul og hava eina sera stranga heilsuváttan. Og tað skal vera bæði fysiskt og psykiskt. Har skal eingin slingur vera í valsinum, greiðir Bergtóra frá.
Góða heilsu
? Tað ber ikki til, at vit hava eina flogternu, sum gerst bangin ella bara so mikið sum letur síggjast á sær, at henni ikki dámar, at flogfarið eitt nú fer at rulla í luftini. Tað breiðir seg beinanveg til ferðafólkini, sum síggja, at manningin er ótrygg. 
Heilsuváttanin skal eisini vátta, at viðkomandi ikki er litblindur ella hevur ringa sjón annars. Og eisini oyrnin skal vera í besta standi. Tú skalt vera væl fyri kropsliga. Tað vil siga vera fullførur, og hava góða konditión eisini.
? Og so ber heldur ikki til at fylla alt ov nógv, um arbeiðast skal umborð á einum flogfari. Tí her er trongt allastaðni, og ein persónur, sum er breiður so ella so, kann skjótt vera í vegin her umborð, sigur Bergtóra, flogterna.
Kravt verður av tær, at tú klárar at svimja 200 metrar, hevur trygdarskeið og víðkað skeið í fyrstuhjálp. So tað er ikki bara sum at siga tað at sleppa at flúgva við einum ferðafólkaflogfari.
Atlantic Airways krevur umframt hesi krøvini, at tey, sum flúgva sum manning við flogførunum hjá felagnum, eru í minsta lagi 21 ára gomlu. Hava ávísar starvsroyndir at vísa til, og fram um alt eru »tænastguminded«, sum Bergtóra tekur til.
? Og fyri ikki at tala um, so skalt tú hava púra blanka revsiváttan, um tú skalt hava nakran kjans her, leggur hon dent á.
Tú kanst koma út fyri einum sindri av hvørjum, og av og á krevst eisini av tær, at tú ert sálarhirði á eini flogferð. Serliga sjúkraflutningi, sum ofta er við leigaðum flogfari og meira enn so um náttina ella uttanfyri vanliga flúgvitíð.
Á slíkum ferðum er tað sum oftast ein av teimum meira royndu flogternunum, sum fer við flogfarinum, sigur Bergtóra Nielsen, flogterna.
Atlantic Airways skipar saman við sløkkiliðnum á flogvøllinum fyri trygdarskeiði fyri flogmanningunum. Fyri Atlantic eru tað Hans Meinhard á Høgabóli, flogskipari, og Bergtóra Nielsen, flogterna, ið standa fyri skeiðunum, sum hildin verða.
Strangt eftirlit
Tað er í lagi við strongum eftirliti við flogferðsluni, halda flogternurnar umborð á flogfarinum hjá Atlantic Airways.
? Men tað kann eisini gerast ov nógv av tí góða, heldur Bergtóra Nielsen. Sum er, er tað so strangt, at heldur ikki vit, sum ganga her hvønn einasta dag, sleppa umborð á flogfarið, uttan vit skulu ígjøgnum trygdareftirlitið. 
? Okay, tað eru nú reglurnar, sigur hon og yppir øksl. Men eg haldi kortini, at vit eru so mikið kend her øll, sum arbeiða á flogvøllinum, at tað mátti kunna gingið.
Ikki tí, at eg á nakran hátt argist um, at trygdin er í hásæti. Tvørtur ímóti, tekur hon aftur í aftur.
Tað hoyrist eitt ljóð undir loftinum, og skeltini við trygdarbeltinum á tendra. Flogskiparin sigur í hátalarunum frá, at nú flúgva vit inn móti Keypmannahavn, og feðrafólkini verða biðin um at seta seg upp á pláss og vera íbundin trygdarbeltini, til skeltið er slóknað aftur.
Flogternurnar fara aftur runt flogfarið at kanna eftir, at alt er í lagi. Savna tey seinastu gløsini saman og beina fyri teimum. Rætta okkurt stólasetur upp, og so eru vit so nær, at tær seta seg hvør í sítt setur. Fyri fyrstu ferð, síðan farið varð úr Vágum.
Rudda og gera klárt
Lent er, og øll ferðafólkini skund sær úr flogfarinum. Nú skal tað ruddast og gerast klárt aftur til heimferðina.
Her liggur ymiskt eftir, nú fólk eru farin. Okkurt pappír, plastikk ella ein tómur bommpakki stungin niður í lumman á stólarygginum.
? Hesir lummarnir skulu ruddast, sigur Bergtóra. Her skulu trygdarreglur og ávísingar liggja í, og tey skuu liggjaí rættari raðfylgju eisini, sigur hon. Umframt er so eisini blaðið hjá Atlantic Airways til ferðafókini at lesa í.
Tað er ein tími ella so, so er flogfarið fult aftur og klárt at fara undir túrin til Føroya. Eyðgerð fer aftur at greiða frá trygdarreglunum, og vit rulla út á vøllin, klár at fara í luftina.
Men nú var verkfall í Kastrup, og eingin vanligur proviantur kom umborð. Bert nakrar klemmur við osti og skinku, sum ferðafólkini so fáa.
Men einki øvugt orð um tað. Flogternurnar kunnu so einki gera við tað, og fólk gleða seg til at koma heim, so her gongur upp á stás.
Og tær ganga. Sama túrin umaftur, tó at hann nú er úr Kastrup í Vágar. Uttan at »bukka beinini«.









