Framgongdin er rættiliga stór, men enn koyra alt ov fáir bilar ígjøgnum Eysturoyartunnilim. Tað ásannar Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum, sum eigur og rekur tunnilin, í tíðindunum á FM1 nú á miðdegi.
Í februar mánað koyrdu 3.875 bilar ígjøgnum tunnilin um dagin og nú í mars mánað er talið hækkað upp í 4.297 bilar um dagin í miðal.
Fyri at tunnilin skal bera seg, skulu tað koyra 6.300 bilar ígjøgnum tunnilin um dagin, so enn mangla 2.000 bilar um dagin. Kemur talið ikki upp á 6.300 bilar um dagin, skal landskassin rinda munin.
Teitur Samuelsen sigur, at tað serliga er talið á bilum, sum koyra ímillum báðar armarnar á Skálafjørði, Toftir og Strendur, sum svíkur, men talið á bilum, sum koyrir ímillum Eysturoy og Havnina, er í hampiliga stórum vøkstri.
Hann sigur, at tey meta um støðuna fyri at vita um tað verður neyðugt at broyta prísirnar nakað fyri at fáa fleiri bilar ígjøgnum tunnilin.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Teit Samuelsen greiða frá á FM1 um, hvussu støðan sær út beint nú.