- Tað kostar at standa við sítt

Alfred Olsen ásannar, at tað kostar at standa við sítt í politikki. Hann metir, at hansara støðufesti í samband politiska kjakið í seinastuni var ein av orsøkunum til, at hann tapti næstformansvalið Alfred Olsen tók ósigurin virðiliga á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í kvøld, sum varð hildin í bygdarhúsinum í Hósvík.

Jóhan Dahl vann greitt við 29 atkvøðum móti 17 til Alfred.

Alfred Olsen ynskti Jóhan góða eydnu framyvir, og tók ósigurin við virðing.

Vit spyrja Alfred Olsen, um hann heldur, at Sambandsflokkurin revsar hann fyri, at hann hevur tikið stuðulin til samgonguna aftur.

- Eg vóni ikki, at tað er støðan, men eg kann einans ásanna, at mítt støðufetsi í samband við ?266b málið hevur kostað í dag, sigur Alfred.

Alfred ætlar sær tó ikki at taka seg úr flokkinum, tí at hann framvegis metir, at tað er pláss til hann.

- Tað kostar at standa fast við sítt, og tað má eg bara ásanna. Eg haldi, at tað er pláss fyri mær í Sambandsflokkinum. Eg standa fyri stevniskránni hjá Sambandsflokkinum, sum eisini sigur, at flokkurin vil føra politikk bygdan á kristna grundarlagið. Hesum standi eg inn fyri, sigur Alfred Olsen at enda.