Tað kostar at sleppa av við Nordlie

Norska felagið Start skal av við fleiri milliónir krónur, eftir at teir søgdu venjaran hjá sær úr starvi í farnu viku. Fráfarni venjarin krevur eina stóra milliónaupphædd sum endurgjald fyri uppsøgnina


Fyri einum hálvum ári síðani skrivaðu Start og venjarin Tom Nordlie undir ein nýggjan sáttmála, sum skuldi galda næstu trý árini. Nú hevur Nordlie fingið sekkin í Start, og hann ætlar sær at krevja eitt stórt endurgjald fyri uppsøgnina, sigur advokaturin hjá honum.
Start skal eftir sáttmálanum gjalda Nordlie løn næstu hálvttriðja árini, men partarnir skulu í næstum sámráðast um eina semju, so at Nordlie kann fáa eitt endurgjald og samstundis gerast leysur av sáttmálanum.
Fedrelandsvennen skrivar, at Start verður noytt at gjalda eina milliónaupphædd til Nordlie, samstundis sum nýggi venjarin, Stig Inge Bjørnebye, skal lønast av felagnum. Harvið fer venjaraskiftið at kosta felagnum nógvar pengar.
Tom Nordlie vil einki siga um við fjølmiðlarnar í løtuni, og í Start hevur leiðslan nú verið frammi og takkað Nordlie fyri arbeiðið, sum hann hevur gjørt í felagnum. Samstundis váttar leiðslan, at partarnir um tvær vikur skulu hittast til ein fund, har eitt fíggjarligt endurgjald til Nordlie skal viðgerast.