Tað kostar at krevja sín rætt

- Vit mugu stríðast fyri okkara frælsi, og vit eiga ikki at gevast, fyrr enn vit hava vunnið sjófólki sømilig kor, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum

Landsfundur

 

Luttøkan á landsfundi Føroya Fiskimannafelags í gjár var ikki so stór, sum hon onkuntíð hevur verið. Einir 60 mans vóru á fundi, men tá talið hevur verið størst, hava einir 150 mans verið á árliga fundinum.

Flestu ísfiskaskip hava ligið um jólahøgtíðina og liggja framvegis, men nøkur loystu triðja og fjórða dag og eru úti.

Tey skip, sum eru á fjarleiðum, koma vanliga ikki heim, fyrr enn túrur er lokin.

 

Vantandi kunnleiki

Á landsfundinum vísti felagsformaðurin á, at tað er sera trupult at hava sítt starv á havinum, og fiskimenn kenna trýstið, sum gongur á teir úr øllum ættum.

- Úr øllum ættum verða førdar ein rúgva av ógrundaðum atsóknum móti okkum, men hesar byggja fyri tað mest á vantandi kunnleika og fordómar.

Jan Højgaard segði, at tað eisini eru tey, sum royna at gera sær dælt av at finnast at fiskimonnum.

- Tað eru virki, sum ikki eru kappingarfør, ið vilja hava fisk fyri lítið og lætt. Tey royna at vísa á etisk virðir, men vit eiga at krevja, at hesi eisini hava sín etik í ordan, sum felagsformaðurin tók til.

Hann helt tað vera átaluvert, at tey fólkavaldu kenna so lítið til okkara høvuðsvinnu.

- Vit vilja tí loyva okkum at koma við eini áheitan á okkara fólkavaldu um at kunna seg betri um viðurskiftini í okkara høvuðsvinnu, tí hetta er ein fyritreyt fyri at kunna stýra føroyska samfelagnum.

Felagsformaðurin helt, at tað hevði komið fiskimanninum til góðar, um fólk høvdu størri vitan um fiskivinnuna.

- Hetta hevði í sjálvum sær verið nóg mikið til, at vanligi borgarin ikki treytaleyst góðtók allar tær negativu myturnar, ið mangan verða slongdar út móti okkum, legði hann aftrat.

 

Frælsi kostar

Jan Højgaard segði, at Fiskimannafelagið fer at berjast fyri, at limir felagsins kunnu fáa sama rætt sum aðrir borgarar í Føroyum.

- Tað sigur seg sjálvt, at eingin í einum framkomnum samfelag kann góðtaka, at ein partur av fólkinum ikki hevur sama rætt til almannaveitingar, sum aðrir hava.

Hann segði, at um eitt samfelag góðtekur slíkt, er hetta tað sama sum at góðtaka mismun, og tað kann einki samfelag hava sitandi á sær.

- Vit hava longu ásannað, at tað hevur kostað dýrt hjá fleiri, sum hava gjørt krav upp á síni rættindi. Vit hava áður nevnt Carlton, men eisini umborð á øðrum skipum hevur tað fingið avleiðingar, at menn hava kravt sín rætt.

Felagsformaðurin helt tó, at fiskimenn eiga at verða greiðir yvir, at frælsi er nakað, tú ert noyddur at berjast fyri.

- Tí eiga vit ikki at gevast, fyrr enn vit hava vunnið okkum sømilig kor, legði Jan Højgaard aftrat.