Tað koppaði suðureftir

Flogbóltur: TB vann dystin móti Drátti, men tað var upp á eitt hangandi hár, tí fyri at finna ein vinnara máttu tríggir »tie-breakar« til áðrenn tvørágentur kundu fegnast um sigurin

TB-Dráttur 2-1


Vágakvinnur fóru um vikuskiftið um Suðuroyarfjørð.

Tær skuldu spæla móti TB í høllini í Trongisvági, og hóast tað var vænta, at talan skuldi vera um ein javnan og spennandi dyst, so gjørdist hann kanska javnari enn tey flestu brýggjaðu seg um.

Liðini vunnu hvør sín hálvleik, og í hvørjum hálvleiki vunnu liðini hvør sítt sett.

Tað merkir, at dysturin mátti avgerast við einum »tie-breakara« og í seinasta enda var tað TB, sum dróg longra stráðið.

TB vann 15-13 í avgerandi settinum og tískil dystin 2-1.

Úr Vágum frætta vit, at talan var um ein sera javnan og spennandi dyst.

Elisabeth S. Rasmussen sigur við Sosialin, at TB var støðugari enn Dráttur var, og at tað helst er orsøkin til at tvørágentur vunnu dystin.

? Eg haldi í hvussu er ikki, at tær vóru so nógv betri enn vit, og eg haldi, at úrslitið sigur, at talan var um ein spennandi og javnan dyst.

Elisabeth heldur, at størsti feilurin hjá Drátti er, at tær steðga púrasta upp í løtum.

Til tíðir gongur sera væl í hond, men lítla løtu eftir, buka mótstøðuliðini bóltarnar ígjøgnum uttan at tað eydnast leikarunum hjá Drátti at gera nakað fyri at forða tí.

Men hetta er nakað, sum ber til at fáa upp á pláss, og sum skilst er tað nakað, sum arbeitt verður við á Giljanesi.