Tað kiksaði ordiliga hjá B68

Hvørki av liðunum, sum í fjør fluttu niður, megnaðu at vinna, tá ið triðja umfar í næstbestu deildini var á skránni

Tíðliga seinnapartin endaði tað 3-3, tá ið AB var gestur í Gundadali hjá teimum næstbestu hjá HB.

AB var annað liðið, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini.

 

Hin niðurflytarin var B68, sum í dag spældi á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Inntil tað restaði ein lítil løta var málleysur javnleikur, men so skoraði heimaliðið tvær ferðir, og harvið fekk B68 einki burturúr ferðini inn um Gøtueið.

 

Giza Hoyvík er eitt av liðunum, sum hevur møguleika at flyta upp í bestu deildina. Í dag var Giza Hoyvik partur av grannauppgerð, og tað eydnaðist at vinna trivaligan sigur ímóti teimum næstbestu hjá B36, sum er nýtt lið í deildini.

 

Eisini ÍF er nýtt lið í deildini. Í dag høvdu fuglfirðingar vitjan av KÍ, sum fór til hús við 4-2 sigri. Fuglfirðingar hava higartil einki stig vunnið.

 

Suðuroyingarnir vóru við næstbesta liðnum í Runavík, har teir næstbestu hjá NSÍ vóru eirindarleysir og vunnu 7-1. Tá ið teir fóru at hvíla seg var støðan 1-0.

 

ÍF-KÍ 2-4 (0-4)

0-1: Aksel Danielsen 8.

0-2: Jóannes Danielsen 18.

0-3: Aksel Danielsen 25.

0-4: Aksel Danielsen 42.

1-4: sjálvmál 55.

2-4: Rói Olsen 91.

 

Víkingur-B68 2-0 (0-0)

1-0: Arnbjørn Svensson 83.

2-0: Hans Jákup Lervig 89.

Reytt kort: Ragnar Lindholm, B68 (beinleiðis reytt) 93.

 

NSÍ-TB/FCS/Royn 7-1 (1-0)

1-0: Aron Knudsen 27.

2-0: Hans Marius Davidsen 47.

3-0: Hans Marius Davidsen 52.

4-0: Jann Benjaminsen 62.

5-0: Andri Benjaminsen 74.

6-0: Aron Knudsen 77.

7-0: Aron Knudsen 86.

7-1: Teitur Mortensen 88.

 

Giza Hoyvík-B36 5-2 (4-1)

1-0: Niklas Fríði Jacobsen 9.

2-0: Elias Evensson 23.

3-0: Niklas Fríði Jacobsen 42.

4-0: Ahmed Keita 43.

4-1: Uni Johannesen 45.

4-2: Magni í Køk 66.

5-2: Elias Evensson 80.

 

HB-AB 3-3 (1-2)

0-1: Bjarki Nielsen 8.

0-2: Karstin Højgaard 21.

1-2: Heri H. Mohr 24.

1-3: Mikkjal T. Hentze 65.

2-3: sjálvmál 75.

3-3: Adrian Justinussen 80.

 

NSÍ 10 stig

Víkingur, KÍ og B68 6 stig

Giza Hoyvík, HB, og TB/FCS/Royn 4 stig

AB 3 stig

B36 1 stig

ÍF 0 stig

NSÍ og ÍF hava spælt fýra dystir, og hini liðini hava spælt tríggjar dystir

 

Fjórða umfar

Leygardagin 15. apríl

ÍF-NSÍ

B68-KÍ

Giza Hoyvík-HB

AB-Víkingur

TB/FCS/Royn-B36