Í Hvalbiar kommunu, sum umframt Hvalba eisini fevnir um bygdirnar, Nes og Sandvík, er spenningurin stórur, nú nýggi Hvalbiartunnilin letur upp um nakrar fáar vikur. Borgarstjórin, Janus Thomsen, sigur, at tað tykist eitt sindur óveruligt, at nýggi tunnilin nú fer at lata upp og at hesin fløskuhálsur, sum gamli tunnilin hevur verið, nú verður burtur.
- Tunnilin skuldi langt síðan verið komin, men vit eru ovurfegin og takksom, nú tunnilin er liðugur. At vit nú fáa eitt nútíðarsamband við restina av Suðuroynni, sum vónandi um ikki so mong ár eisini verður nýggja farleiðin norður í meginøkið, er fantastiskt.
Borgarstjórin ásannar, at tað kennist, sum ein stór byrða verður tikin av hansara herðum, nú fólkið í norðastu kommununi í Suðuroynni fær eina tíðarhóskandi farleið. Tunnilin fer at gera tað nógv høgligari, bæði hjá fólkinum, sum búleikast her - og hjá øllum øðrum, sum koma at vitja í kommununi.
Vinnuliga fer nýggi tunnilin eisini at hava velduga stóran týdning fyri Hvalbiar kommunu, tí nú fer at bera til - uttan hóvasták - at koyra til og úr Hvalba við størri bilum og vognum, sum eitt nútímans vinnulív krevur.
Nú summarið stundar til, hugsar borgarstjórin eisini um kommununa í ferðavinnuhøpi. Í Hvalba er stórt spælipláss, sum dregur vitjandi til bygdar, og beint við síðuna av spæliplássinum er eisini kampingpláss til einar 12 vognar - við atgongd til streym, wc, brúsu og tøming av tanga.
Janus Thomsen vísir á, at tað nú verður tað nógv lættari at vitja í Hvalbiar kommunu, sum er eitt paradís hjá familjum við børnum - við sandi í øllum bygdum og smáum løkjum. Við skúlan í Sandvík er eisini sparkivøllur, og her er velduga stórur sandur.
Fyri fáum árum síðan varð nýggjur og stórur barnagarður bygdur í Hvalba, og her hevur kommunan nýliga samtykt, at triðja barnið verður ansað ókeypis.
Fiskavirkið hevur fingið nýggja vatnleiðing, sum spríkir innan úr einari kolaminu. Hetta er reint og gott kvalitetsvatn. Hvalbiar kommuna hevur eisini bygt ein stóran bátahyl, har pláss í fyrstu syfti verður fyri 40 bátum, sum koma at liggja við bátabrúgvar.
Í stóra bátahylinum er pláss fyri nógv fleiri enn 100 bátum.
Grótkastið í Hvalba, sum fór illa í herviligum uppgangi fyri góðum ári síðan, verður skjótt bygt upp aftur.
Í kommununi eru nøkur grundstykki tøk til sethúsabygging, eini 4-5 í Hvalba, sum eru planerað og klár at byggja á - og eitt grundstykki er tøkt í Sandvík. Men, í kommununi er eisini stórur áhugi fyri íbúðarbygging. Tað vísti ein fundur, sum varð fyriskipaður í fimleikarhøllini í skúlanum í Hvalba herfyri.