Tað kendist gott at spæla aftur

- Tað kom rættiliga knappliga á, at eg skuldi spæla við. Tað kendist væl at spæla aftur í bestu deildini, og eg kendi á mær, at eg hevði orkuna til at fylgja við, sigur Rúni Nolsøe við Rás2.

 

Miðvallarin úr Vági var í nógv ár ein drívmegi á liðnum hjá HB, men tað eru nøkur ár liðin, síðani Rúni gavst at spæla við í bestu deildini.

 

Fríggjakvøldið spældi Rúni Nolsøe á miðvøllinum hjá 07 Vestur ímóti Víkingi.

 

- Eg havi vant við liðnum í tvær vikur, og eg havi sagt, at eg kann hjálpa til, um eg kann. Eg eri ikki áhugaður í at gera meg fyri skommum, so fyri fyrst mátti eg vita, hvussu støðið hjá mær var. Orkan var á góðari, men eg eg kundi sjálvandi verið í bestri dystarvenjing, sigur Rúni Nolsøe.