Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum hevur havt hækkandi húsaprísir við sær seinastu árini. Meðan høga príslegan ger tað trupult hjá nógvum at fáa ráð til egnan bústað, mugu tey, ið megna at seta fót undir egið borð, ofta taka sera stór lán til at fíggja bústaðin. Í dag er rentan lág, men um hon brádliga hækkar, kann tað gerast dýrt hjá teimum, sum hava bústaðarlán við skiftandi rentu. Tí kann tað vera skynsamt at velja realkredittlán við fastari rentu, meðan rentustøðið framvegis er lágt.
Bústaðarlánið er aloftast tann størsta mánaðarliga útreiðslan hjá teimum, sum hava tikið lán til hús ella íbúð. Eitt bústaðarlán hevur vanliga eina afturgjaldstíð upp á 20-30 ár og hevur harvið stóra ávirkan á fíggjarstøðuna og gerandisdagin hjá vanliga føroyinginum. Tá ið lánsskjølini eru undirskrivað og alt tað formliga við bankan avgreitt, eru tað kortini nógv, ið gloyma alt um, hvat slag av láni tey hava, og um rentan er føst ella skiftandi.
Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, er av teirri áskoðan, at vit í Føroyum eru ov lítið tilvitað um okkara bústaðarlán. Hann vísir á, at hetta er ein vansi fyri tann einstaka føroyingin, sum ofta ikki hevur innlit í, hvussu t.d. ein møgulig rentuhækking kann fara at ávirka fíggjarviðurskiftini og harvið eisini gerandisdagin. Hóast rentan hevur verið lág í rúma tíð, er tað als ikki óhugsandi, at hon sum frá líður fer at hækka. Vit skulu ikki skrúva tíðina so nógv ár aftur fyri at finna eina støðu, har renturnar vóru væl hægri.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Árna Ellefsen á FM1 í dag.