Í dag er 9. umfar í EFFO deildini á skránni. Tá ið dagsins dystir verða loknir, hava øll tey tíggju liðini dystast eina ferð ímóti hvørjum øðrum.
HB er klárt á odda, og AB er klárt aftast. Møguleiki er fyri, at støðan hjá HB í toppinum og AB í botninum verður uppaftur meiri greið seinnapartin í dag.
Víkingur og KÍ spældu 1-1 fríggjakvøldið. Hesi bæði liðini eru tey næstu aftanfyri HB.
Argjamenn skulu seinnapartin vestur til Sørvágs at spæla ímóti 07 Vestur, sum er næstniðast. Harvið er talan um lyklauppgerð í á Dungasandi.
Í morgun er rættuligt summarveður. Veðurmenninir siga frá meiri vindi og kanska eisini eitt sindur av avfalli seinnapartin.
ÍF-NSÍ: Petur Reinert kl. 15.00
EB/Streymur-B36: Lars Müller kl. 15.00
HB-TB: Eiler Rasmussen kl. 15.00
07Vestur-AB: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
Støðan
HB 20 stig
KÍ 16 stig
Víkingur 14 stig
ÍF 12 stig
B36 11 stig
NSÍ 11 stig
TB 10 stig
EB/Streymur 8 stig
07Vestur 6 stig
AB 1 stig
KÍ og Víkingur hava spælt 9 dystir, og hini liðini hava spælt 8 dystir