Vedding
Av og á kemur tað fyri, at stórir vinningar eru at fáa í ymsu veddingarspølunum.
Eitt av hesum spølum er sonevnda ?måljagten? hjá donsku TipsTænastuni.
Her ræður um at gita úrslit í nøkrum fótbóltsdystum, og møguleikin at vinna stórar peningaupphæddir er oftani stórur í hesum spæli. Sjálvsagt tí tað er munnandi verri at gita úrslit í dystum, heldur enn bert at gita, hvør vinnarin verður.
Onkuntíð verður tó kollgitt, og fyri góðari viku síðani var í øllum førum ein heppin føroyingur, sum gitt rætt.
Úrslitið gjørdist, at vinnarin gjørdist nakað væl ríkari. Sum skeltið sigur, so vóru ?oddisini? fyri veddingina 174.838, og tað merkir, at innskotið, sum er latið, fær hepni veddarin afturgoldið 174.838 ferðir aftur. Er innskotið ein 10-króna, er talan sostatt um 1,75 mió.kr.