Tað kunnu ganga fleiri dagar, áðrenn gasstangin undir teimum rapaðu húsunum er tómur Alt bendir á, at tað fara at ganga fleiri dagar, áðrenn bjargingarmenn kunnu fara inn í tey rapaðu húsini í Ålesund.
Útrokningar hjá sløkkiliðinum í býnum vísa, at ein vika kann ganga, áðrenn gasstangin undir húsunum verður tómur.
-Okkara leysliga meting er, at vit noyðast helst at bíða millum fimm og sjey dagar, áðrenn tangin verður tómur, sigur Svein Dalen, sløkkiliðstjóri, við NRK.
Fimm fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur eftir vanlukkuna mikudagin.