– Vit skulu fyrst og fremst hugsa um tey, sum búgva og virka í Føroyum.
Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, í eini grein í Sosialinum hetta vikuskiftið.
Og tað, hann sipar til, er, at Arbeiðsgevarafelagið hevur, fleiri ferðir, heitt á landsmyndugleikarnar um at avtaka treytir til at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, soleiðis at tað skal vera frítt at fáa útlendska arbeiðsmegi hendavegin.
Men samstundis heitir Arbeiðsgevarafelagið á myndugleikarnar um at samskipa íløgurnar við tí endamáli at drýggja tær.
– Havnar Arbeiðarafelag tekur undir við tilmælinum um at samskipa íløgurnar. Men vit undrast á, at Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til búskaparligt varsemi og samstundis biður um lættari atgongd til útlendska ar beiðsmegi til at seta meira ferð á búskapin, sigur Hans Joensen.
Havnar Arbeiðarafelag mælir til fyrst og fremst at taka atlit til føroysku arbeiðsmegina, sum skal virka og vinna til lívsins uppihald í Føroyum.
Í hesum sambandi heldur felagið, at tað er ikki ikki bara tað almenna, sum hevur eina ábyrgd, tí tað privata hevur eisini eina ábyrgd.
– Okkara ynski er, at alment og privat drýggja arbeiðir, so øll arbeiðini ikki verða gjørd í senn. Tað fer at koma fyritøkunum, og arbeiðandi fólkinum, til góðar, tá ið tíðirnar versna, tí vit skulu jú øll vera her eisini tá, sigur Hans Joensen.
– Kólnar búskapurin aftur, er talan bara um løtuvinning, og tann stóri taparin verður føroyska arbeiðsmegin.
– Vit hava fyrr sæð, hvussu djúpt vit kunnu falla, tá alt steðgar upp. Í teirri løtu er øll útlendsk arbeiðsmegi horvin, og eftir sita limirnir í fakfeløgunum, sigur Hans Joensen.
– Í løtuni er vandi fyri, at vit skeikla ein annars væl skipaðan arbeiðsmarknað, og skunda undir eitt óneyðug stríð ímillum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hugsa vit ikki fram um dagin í dag, verður upptakið bara tað størri seinni, sigur Hans Joensen í Sosialinum hetta vikuskiftið.











