Tað kann bara gerast betri!

Tjóðveldi hevur havt umboð á fólkatingi síðani seinasta fólkatingsval. Synd er at siga, at nakað er komið burturúr. Men tað kann tað heldur ikki, tá eitt fólkatingsumboð hevur sett sær fyri, bert at sáa split í ríkisfelagskapin

Tað er hent ferð eftir ferð, tá Høgni Hoydal hevur sett einum ráðharra fyri, og øðrum eftir, spurningar um mál, sum als einki hava við Føroyar at gera. Seinasta nýggja hjá formanninum í Tjóðveldi, er, at hann fer at stuðla Anders Fogh Rasmussen, um hann lovar, ikki at fara í eitt líknandi kríggj, sum í Irak, uttan at spyrja Høgna Hoydal fyrst??? Hvar er logikkurin. Einstakir føroyingar vóru í danska herinum sum var í Irak. Vóru teir tvingaðir til tað? Nei, teir gjørdu tað av egnum vilja.

Og júst soleiðis eigur tað at vera. Sambandsflokkurin bjóðar seg fram, til at menna góða samstarvið sum hevur verið í ríkisfelagskapinum. Tí øll vita, at ríkisfelagskapurin hevur verið okkum hollur, bæði á ein og annan hátt. Danir tóku um endan, tá ringast stóð til, fyri 15 árum síðani. Tað gjørdu teir, hóast loysingarvongurin stríddist ímóti av øllum alvi.

Seinasta fólkatingsskeiðið hevur prógvað, at tað ikki tænir nøkrum endamáli at lata Tjóðveldi umboða Føroyar á fólkatingi. Tað einasta sum vit fáa burturúr, er, at vit vera verri fyri. Tí framferðin hevur verið, og er, at allar brýr skulu brennast, um gjørt ikki verður eftir teirra høvdi.

Tí hevur tað so stóran týdning at fáa eitt umboð fyri Sambandsflokkin aftur í fólkatingið. Tí bert við tí umboðnum, fáa føroyingar beinleiðis ávirkan. Vit eru klár, og kenna okkum sannførd um, at viðurskiftini í ríkisfelagskapinum bert kunnu gerast betri.

Brekkstein.com