Leygardagin endar ein drúgt tíðarskeið í føroyskari ítróttarsøgu. Eftir 28 ár sum formaður og forseti fyri føroyskan ítrótt, takkar Heðin Mortensen fyri seg.
Ítróttarpolitikarin, sum hevur verið eyðsýndur í føroyska samfelagnum í fleiri ártíggjund, setir punktum fyri sítt forsetaskeið í Ítróttarsambandi Føroya, og eitt nýtt fólk skal taka við eftir hann.
- Eg kundi saktans hildið fram – eg hevði tímað tað – meg seinastu tvey árini havi eg innstillað meg uppá, at nú skuldi tað enda. Eg havi trappað niður seinastu tvey árini, og tá haldi eg, at mann endar á rættan og virðiligan hátt. Tað hevur gingið væl sum forseti, ítrótturin er á toppinum, og tí er tað hóskandi at gevast nú, sigur Heðin Mortensen.
Tað var í 1980, at hann fyrstu ferð varð valdur til formann í Ítróttarsambandi Føroya, men tað var meira ella minni av tilvild, at hann endaði uppi í nevndararbeiðnum í ÍSF.
- Eg setti ikki nøsina upp eftir at blíva forseti í ÍSF, men eg hevði verið aktivur í ítrótti – einamest í kappróðri – og tað tíðarskeiðið, sum eg kom uppí ÍSF, var eg nevndarformaður í Havnar Róðrarfelag, greiðir hann frá.
- Eg kom upp í nevndina í ÍSF sum skrivari av fyrstan tíð. Tað var í 1979. Eg og Jean Dimon vóru í uppskoti sum skrivarar, so tað var kampval. Atkvøðugreislan endaði vi ðjavnleiki millum okkum báðar, og so var tað formansatkvøðan, sum var avgerandi fyri valið. Øll eygu vórðu so vend ímóti Jogvan Arge, sum var ÍSF-formaður, og hann valdi meg.
- Eg fór inn í arbeiðið í ÍSF av heilum hjarta, og eg helt tað vera sera spennandi. Tá Jógvan Arge fór frá sum formaður longu árið eftir, skjeyt hann meg upp sum nýggjan formann í ÍSF, og eg varð valdur uttan mótvalevni.
- Størsta avbjóðingin í føroyskum ítrótti, tá eg kom upp í ÍSF, var C-HM í hondbólti, og vit høvdu eisini eina stóra norðurlendska fimleikastevnu í Føroyum um tað mundið.
Ítróttarveddingin givið nógv
Føroyska ítróttarlandslagið broyttist nógv næstu árini, tí nú fóru ítróttargreinarnar at stovnseta síni egnu sersambond, sum skuldu hava ábyrgdina av ítróttargreinini.
- Áðrenn vóru allar ítróttargreinarnar deildir undir ÍSF, og í grundini hevði starvsnevndin hjá ÍSF ábyrgdina av at skipa fyri øllum ítróttargreinunum. Stutt eftir at eg gjørdist ÍSF-forseti fingu vit seks sersambond, og nú hava vit 15 sersambond, sum hava ábyrgdina av teirra ítróttargrein. Hetta hevur verið ein góð og natúrlig menning í føroyskum ítrótti, sigur Heðin Mortensen.
Tað hava verið nógvar spennandi løtur sum ÍSF-forseti hesi 28 árini, og Heðin Mortensen heldur, at tað ber ikki til at taka eina einstaka hending burtur úr, sum ta størstu, men hann er glaður fyri veddingapengarnar, sum føroyskur ítróttur fær á hvørjum ári.
- Ítróttarveddingini er nakað av tí størsta, sum eg havi verið við til at gjørt til frama fyri føroyskum ítrótti. Fyrst royndu vit við egnari vedding, men tað riggaði ikki, tí grundarlagið var ov lítið. Tí fóru vit í eitt samstarv við Dansk Tipstjenste, og hóast tað var nógv politisk rok av hesum, so eydnaðist tað at enda at fáa hetta samstarvið at rigga.
- Samstarvið við Danskt Tipstjenste hevur verið gott, og ítróttarveddingin gevur føroyskum ítrótti 5 ella 6 milliónir krónur á hvørjum ári. Vit fáa bara góðar tvær milliónir krónur á fíggjarlógini, so høvdu vit ikki veddingina, so hevði tað verið fátæksligt í føroyskum ítrótti.
Meira umboðan enn makt
Er ÍSF-forsetin blivin meira eitt umboð heldur enn ein veruligur maktpersónur í føroyskum ítrótti?
- Tað kanst tú kanska siga, men vit hava eisini ítøkiliga ávirkan á ymisk mál. Millum annað samráðingar við almennu myndugleikarnar vegna allan ítróttin og annað. Men ÍSF-forsetin er í stóran mun ein almennur persónur, sum vísir seg í ítróttarsamanhangi og hjálpir til, har hann kann.
Tá tú komst upp í ÍSF vóru allar ítróttargreinarnar savnaðar undir ÍSF. Nú hava vit sersambond, sum taka sær av ymsu ítróttargreinunum. Stendur føroysku ítróttur líka væl saman í dag, sum hann gjørdi tá?
- Føroyskur ítróttur stendur væl saman, men áhugin í sersambondunum snýr seg fyrst og fremst um sína egnu ítróttargrein, og tað er einki løgið í tí. Soleiðis eru vit bara. Men tá vit hava stór felagsmál, sum verða tikin upp á stjórnarfundi, so eru vit samd, tá ið vit fara av fundi. Tað kann ganga hart fyri seg á slíkum fundi, og øll eru als ikki samd, men tá vit hava altíð roynt at fara út sum ein maður, tá vit hava gjørt eina niðurstøðu.
Virkin politikari við tíð til ítrótt
Tú ert ein virkin maður. Hevur tú havt nóg mikið av tíð til at røkja ÍSF-forsetastarvið øll hesi árini?
- Handan spurningin havi eg fingið fyrr, og ja, tað haldi eg. Men so skal eg eisini siga, at eg arbeiði sera nógv, og tað havi eg altíð gjørt. Eg eri virkin døgnið runt næstan, og mær dámar tað væl. Eg trívist við tí. Men eg hevði als ikki kunnað gjørt hetta, um eg ikki hevði so gott bakland, sum eg havi havt. Konan og børnini hava stuðlað mær sera væl, og uttan tann stuðulin hevði tað als ikki borið til.
- Starvið sum ÍSF-forseti er eitt ólønt starv, og eg havi bara gjørt tað, tí mær hevur dámt tað. Ítrótturin hevur verið ein partur av mínum lívi øll hesi árini, og hetta hevur verið besta tíðin í mínum lívi.
Náturligt at gevast nú
Er tað natúrligt, at tú nú gevst sum ÍSF-forseti?
- Ja, eg haldi tað. Eg havi verið við í nevndararbeiðnum hjá FSF í 30 ár, og eg eri tann í norðurlondum, sum havi verið nógv longst forseti innan ítrótt, og eg havi kent á mær, at nú er tíðin komin at gevast. Eg haldi eisini, at alheimsrákið innan ítrótt er við at flyta seg aftur, soleiðis sum eg upplivdi fyri 28 árum síðani, og tí er hetta ein góð tíð at loyva nýggjum fólki, nýggjum hugskotum og nýggjum tankum framat.
- Men eg rokni ikki við, at eg fari at verða púra passivur fyri tað. Eg komi helst at taka mær av onkrum smærri uppgávum innan føroyskan ítrótt.
Er tað nakað, sum tað er ein lætti at sleppa undan at gera sum ÍSF-forseti?
- Nei, tað haldi eg ikki. Tað hevur ikki altíð lætt, og tað hava eisini verið konfliktir hesi árini, men eg havi einki imóti at svimja ímóti streyminum viðhvørt. Eg haldi, at mann gloymir skjótt tað tunga og keðiliga, og eg minnist nógv betur tær góðu løturnar sum ÍSF-forseti.
- - -
Politikarin við ítróttaráhuga
Tú hevur verið virkin politikari í nógv ár, samstundis sum tú hevur verið forseti í ÍSF. Hvussu hevur hetta riggað saman?
- Tað eru kanska fleiri sum halda, at tað hevur ikki passað saman, men eg vil siga, at eg sum politikari havi fingið nógv burtur úr vegna ítróttin. Nógv av tí, sum eg havi nátt vegna ítróttin, hevði eg neyvan klárað uttan teir møguleikar og tann avgerðarrætt, sum eg havi havt. Tí haldi eg, at tað er ein misskiljing at halda, at tú ikki kanst verða politikari og fáast við ítrótt samstundis. Sjálvandi skalt tú ikki blanda hetta saman, men tú hevur ein stóran møguleika at verða hoyrdur, sigur Heðin Mortensen
- - -
Fakta
Navn: Heðin Mortensen
Aldur: 62 ár
Føddur: Trongisvági
Bústaður: Tórshavn
Familja: Giftur við Hjørdis Egholm Mortensen. Børn: Elin, Ann, Guðrun og Eirikur. 8 abbabørn.
Starv: Borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu. Farloyvi frá Tryggingafelagnum Føroyum.