Tá ið eg geri nakað, geri eg tað 100 prosent

Uttan Andrias var fyritøkan Leif Mohr ikki tann, hon er. Og uttan Leif Mohr var Andrias ikki tann, hann er. Hjá Leif Mohr heiðra tey einum heilt serstøkum starvsfólki, tá tey í dag halda 25-ára starvsdagin hjá Andriasi Joensen.

Andrias Joensen, sum hevur starvast 25 ár hjá Leif Mohr, veitir millum annað oxygenskipanir til føroysku og íslendsku alivinnuna.

Tað sigur okkurt um trivnaðin í eini fyritøku, tá tað í heilum verður bjóðað til opið hús í samband við starvsdagar. Eingin ivi er um, at starvsfólkini trívast hjá 86 ára gomlu familjufyritøkuni Leif Mohr, og í dag eru tað 25 ár síðani, at Andrias Joensen sum 18 ára gamal fór í læru sum sølu- og lagurfólk hjá Leif Mohr.

 

“Eg minnist tann dagin so øgiliga væl. Tað var ein fríggjadag tann 29. november 1996, tá eg frætti, at eitt lærupláss var tøkt hjá Leif Mohr. Eg søkti tað, og tá vit høvdu 2. desember, hevði eg longu mín fyrsta arbeiðsdag”, sigur Andrias Joensen, tá vit hitta hann á kontórinum á Hoyvíksvegnum, har Leif Mohr heldur til. Síðani tá hevur hann ikki havt tørv á at leita aðrar vegir. Og orsøkin?

 

“Tað er uttan iva ein samanrenning av, at hetta er eitt ómetaliga gott arbeiðspláss - og so tey virðini, eg havi fingið lagt í meg frá barnsbeini. Tá eg geri okkurt, so geri eg tað 100%, og tað ræður í øllum lívsins viðuskiftum”, sigur Andrias.

 

Andrias Joensen hevur handilsblóð. Bæði langabbi, abbi og pápi hansara hava rikið handil, so Andrias hevur, umframt at vera uppaldur at vera trúfastur og røkin, eisini tíðliga lært týdningin av at vera tænastusinnaður. Tað er komið fyritøkuni Leif Mohr, har hann also nú hevur starvast í samfull 25 ár, til góðar. Andrias hevur við sínum góðu samstarvs- og samskiftisevnum eitt nú skapt sambond til veitarar uttanlands, sum Leif Mohr nú kann brúka í samband við tað arbeiðið, tey gera fyri føroyskar og eisini íslendskar alifyritøkur.

 

Tey seinastu 25 árini hevur Andrias verið í nærum øllum krókum av fyritøkuni. Hann byrjaði við káplunum og stikkkontaktunum, førkaði seg til B&O og Sony og síðani vórðu tað pumpur, kompressarar, ventilar og iltgeneratorar, sum gjørdust serøkið hjá Andriasi. Eisini hevur hann verið í bókhaldinum í eitt ár og í fimm ár tók hann sær av marknaðarføringini hjá Leif Mohr.

 

Í dag er høvuðsuppgávan hjá Andriasi millum annað at veita alivinnuni tær oxygenskipanir sum eru grundleggjandi fyri, at vit kunnu ala stórar mongdir av laksi í Føroyum. Ein týðandi uppgáva, sum ikki bara er alifyritøkunum men eisini landinum til fyrimuns.

 

Hjá LM Samtakinum starvast gott og væl 80 fólk í dag. 80 starvsfólk, sum øll hava hvør sínar ymisku leiklutir, eginleikar og førleikar. Tey góðu evnini og tey góðu avrikini hjá Andriasi gera, at hansara leiklutur er týðandi fyri fyritøkuna. Uttan Andrias var Leif Mohr ikki tann fyritøkan, hon er í dag. Og til tað sigur Andrias, at uttan Leif Mohr, var hann eiheldur tann, hann er í dag.

 

“Eg eri ómetaliga takksamur fyri, at eg eri sloppin at starvast her í 25 góð og spennandi ár. Og hvør veit. Fái eg møguleikan, so hangi eg kanska í, til eg havi 50 ára starvsdag, eins og starvsfelagi mín, Petur Sørensen, hevur tað um nakrar mánaðir”.

 

Leivur Holm, stjóri, vil vegna Leif Mohr takka Andriasi fyri sítt trúfasta arbeiði farnu 25 árini og vónar at samstarvið heldur fram í nógv ár afturat.

 

Vegna korona verður 25 ára starvsdagurin ikki hátíðarhildin í dag sum ætlað, men er útsettur til 20. januar 2022.

 

Leivur Holm,

Stjóri,

Leif Mohr

 

Andrias Joensen, sum hevur starvast 25 ár hjá Leif Mohr, veitir millum annað oxygenskipanir til føroysku og íslendsku alivinnuna.