Fert tú á ólavsøku?
- Ja, eg fari á ólavsøku, og tað verður í føroyskum klæðum.
Tað sigur Rúni Sørensen.
Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?
- Tað mesta verður at spáka omaneftir og niðaneftir Áarvegnum at hitta og práta við fólk.
Er okkurt serligt, tú minnist frá ólavsøkuni?
- Eg minnist, tá vit vóru ungir og sangurin “Hundurin brúni” kom út. Tá gekk hvør maður við bandupptakara. Tað var stuttligt.
Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?
- Eg veit ikki, hvat kundi verið øðrvísi, men eg haldi, tað er gott, at aktiviteturin er komin niðan í miðbýin aftur, sigur Rúni Sørensen.











