Tað hevur verið stak friðarligt í nátt

- Men ein bilførari noyðist kortini at taka koyrikortið av nýggju

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt. Løgreglan sigur, at tað er tað ofta síðst í mánaðinum, nú fólk hava fingið løn, og skúlanæmingar og lesandi hava fingið studning.

 

Men løgreglan sigur eisini, at tað hevur verið stak friðarligt.

 

Í nátt hevur løgreglan havt tað, tey kalla eitt miðvíst átak ímóti harðskapi. Tað ber í sær, at nógv løgreglufólk eru til staðar í býnum, har fólk vanliga savnast, serliga tá ið skeinkistøðini lata aftur.

 

Løgreglan ivast ikki í, at tað er við til at sissa fólk, samstundis sum at tað er skjótari hjá løgregluni at leggja uppí, tá ið fólk koma til ilnar, og annars støður, har vandi er fyri harðskapi, taka seg upp.

 

Í øllum førum var einki at gera hjá løgregluni í so máta í nátt. Tað einasta var, at ein maður fær bót fyri at bróta politiviðtøkurnar, tí at hann stillaði seg at kasta sær av vatninum upp eftir einum politibili.

 

Samstundis gjørdi løgreglan ferðmátingar í Norðstreymoy og í Eysturoy, men tað vísti seg, at yvirhøvur koyrdu fólk rættiliga hampuliga. Onkrar einstakar bøtur vórðu skrivaðar, men so var tað ein, sum koyrdi 119 kilometrar um tíman, har tað var loyvt at koyra 80, og hann noyðist nú at taka koyrikortið av nýggjum.