Tað hevur vanlukkuligar avleiðingar

Vit noyðast at seta tiltøk í verk fyri at tálma dálkingina við plasti, heldur Løgtingskvinna

Ótálmað nýtsla av plasti hevur vanlukkuligar avleiðingar umhvørvið, og tí er neyðugt at avmarka nýtsluna av plasti og dálkingini, ið stendst av tí.

 

Tað heldur Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. Og nú vil hon hava Sirið Stenberg, sum umsitur umhvørvismál í landsstýrinum, at greiða frá, hvørji stig ætlanin er at taka fyri at avmarka nýtsluna av plasti, og sostatt eisini dálkingina.

 

Tí vil hon hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvat vit í roynd og veru vita um um plastdálking í Føroyum og um vit vita nakað um, hvaðani dálkingin stavar. Men vit vita í hvussu so er, at stórar nøgdir av plasti enda í náttúruni í sambandi við ymiskt byggarí.

 

Og hon vil eisini hava at vita um Sirið Stenberg er sinnað til at seta tiltøk í verk við tí endamálið at tálma dálkingini. Í hesum sambandi við hon hava at vita, um nøkur ætlan er um at leggja umhvørvisgjøld á knívar, gafflar, skeiðir, tallerkar, og annan borðbúnað, úr plasti. Og hon vil eisini hava at vita um ætlanin er at leggja avgjald á beripostar úr plasti fyri at avmarka nýtsluna.

 

Kristianna Winther Poulsen ásannar, at nú á døgum brúka vit so nógv plast, at tað ber illa til at ímynda okkum ein heim uttan plast. 

 

Men plastið, sum endar í náttúruni, er til stóran skaða fyri umhvørvið, fyri djór og fyri menniskju, og vit vita, eisini, at tað plastið, sum er endað í náttúruni, hvørvur ikki aftur í bræði, tí ein beriposi úr plasti hevur eini 500 ár um at fella aftur til náttúruna. 

 

Hvørt ár enda nógvar milliónir tons av plasti í havinum, og metingarnar siga, at í 2050 er meiri plast í heimshøvunum enn tað er fiskur. 

 

– Hesi óhugnaligu framtíðarútlit eru ein trupulleiki, vit í Føroyum ikki hava ta størstu ávirkanina á. Men vit gera kortini sjálvi av, hvussu vit sjálvi fara við náttúruni, og hvussu vit loyva teimum, sum koma higar, at fara við okkara egnu náttúru.  

 

Kanningar vísa, at at alt størri nøgdir av plasti verða funnar í maganum á fugli og tað er eitt tekin um skaðiligu útbreiðsluna av plasti, eisini í føroysku náttúruni, heldur hon.

 

– Plast er ein umhvørvishóttan, sum almennu Føroyar skulu taka í nógv størri álvara og tí er tað áhugavert at frætta, hvussu landsstýriskvinnan ætlar at loysa trupulleikan, sigur Kristianna Winther Poulsen.