Ísfiskaskipini, Polarhav og Stjørnan, sum JFK Trol eigur, stóðu herfyri á bedingini hjá skipasmiðjuni Mest í Havn, har ymiskt viðlíkahald er gjørt. Tað eru nøkur ár síðan, at JFK Trol keypti skipini úr Leirvík.
Tað vóru Osmund Justinussen og synir, sum áttu skipini, og meðan tey vóru heimahoyrandi í Leirvík, var skrokkurin reyður. Fyri eini tíð síðan skiftu Polarhav og Stjørnan lit.
- Vit valdu at mála skipini í einari høll í Noregi. Skipsskrokkarnir vórðu nú málaðir svartir og yvirbygningurin hvítur. Hetta er líka sum liturin, ið JFK Trol hevur á flestu av sínum skipum, sigur Jógvan Hansen hjá JFK Troli.
Polarhav og Stjørnan verða væntandi liðug á skipasmiðjuni Mest nú í endanum av vikuni, og ætlanin er at loysa so skjótt, sum veðrið verður betur.
- Vanliga plaga skipini at loysa beint eftir jólahøgtíðina, men seinastu tíðina hevur veðrið verið so ólagaligt, at skipini høvdu ikki havt loyst kortini, um tey annars lógu klár at fara, sigur Jógvan Hansen.










