Tað hevur hjálpt at mótmæla

Tunlarnir Norður um Fjall verða kanska IKKI stongdir í sambandi við at SEV skuldi leggja kaðal ígjøgnum teir

 

Nú er tað ikki vist, at tunlarnir Norður um Fjall verða stongdir, nú SEV fer at leggja streymkaðalar ígjøgnum teir.

 

Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum í Løgtinginum í morgun. SEV skal leggja kaðalar ígjøgnum tunlarnar og í tí sambandi var ætlanin at steingja teir um náttina.

 

Hetta vildu fólkið norðanfyri tunlarnar ikki góðtaka og nógv fólk hava skrivað undir mótmæli ímóti at tunlarnir verða stongdir


Og í morgun vildi Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava at vita frá landsstýrismanninum, um nøkur roynd varð gjørd at sleppa undan at steingja tunlarnar.

Hon hevur fingið at vita, at fær SEV trygd fyri, at nýggir tunlar eru gjørdir um 10 ár, slepst undan at leggja nýggjar kaðalar nú.

Henrik Old sigur, at hann hevur tosað við partarnar um at finna onkra aðra loysn enn at steingja tunlarnar. Men av tí, at ongin endalig avgerð er tikin, vildi hann ikki siga, hvat fyri loysn, talan kundi vera um.

Men hann sigur, at undir øllum umstøðum er arbeiðið í tunlunum útsett ímeðan málið verður kannað við tí endamáli at sleppa undan at steingja tunlarnar.

Hinvegin sigur hann, at SEV kennist ikki við upplýsingarnar um, at fáa teir trygd fyri at nýggir tunlar koma hesi næstu 10 árini, slepst undan hesum arbeiðnum.


Hann heldur, at tað er ongin loysn at seta ein generator norðanfyri tunlarnar, tí generatorar eru avgjørt bara ein neyðloysn, sum bara skal brúkast í heilt stutta tíð.

Og hann ásannar, at tann ringast hugsandi loysnin er at steingja tunlarnar ein stóran part av hvørjari nátt.