Tað hevði havt øgiliga nógvar fyrimunir

Hevði Strandferðslan farið undir millumlandasigling, hevði tað givið okkum heilt aðrar møguleikar, men enn liggur onki í kortunum

Tað kundi verið ein fantastiskur fyrimunur á nógvum økjum, men tíðin er ikki búgvin at hugsa um tað enn.

 

Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

 

Mikudagin skrivaði Sosialinum, at á hundrað ára føðingardegi hjá Strandferðsluni, helt Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi politikari, at nú var stundin komin hjá Strandferðsluni at bróta upp úr nýggjum.

 

Í hesum sambandi hugsar hann um, at Strandferðslan átti at tikið táttin við millumlandasigling ímillum Føroyar, Skotlands og Noregs, upp aftur, akkurát, sum Strandferðslan gjørdi fyri einum mansaldri síðani.

 

Hilmar Eliasen sigur, at hetta er nakað sum er nevnt, men heldur ikki meiri enn tað. Og hann leggur afturat, at hetta er ikki ein spurningur, sum er búgvin hjá Strandferðsluni at taka støðu til nú.

 

Hetta er nevniliga fyrst og fremst ein politiskur spurningur, leggur hann afturat.

 

– Tað er ein spurningur, um politiski myndugleikin heldur, at millumlandasigling skal vera ein uppgáva hjá Strandferðsluni.

 

Hinvegin ásannar hann eisini, at tað hevði verið ein fantastiskur fyrimunur fyri Strandferðsluna at havt eitt

skip afturat og tað eru mong, sum halda, at tað hevði verið eitt sera gott hugskot at havt eitt slíkt skip, sum so eisini kundi verið í millumlandasigling.

 

Høvdu vit havt eitt skip, høvdu vit í hvussu so altíð havt trygd fyri einum hóskandi avloysaraskipi, tá ið Smyril skal í dokk. Og vit høvdu eisini altíð havt eitt hóskandi skip til taks at sett í sigling alt fyri eitt, skuldi okkurt óvæntað hent, sum gjørdi, at Smyril mátti takast úr sigling í eitt tíðarskeið.

 

Stjórin sigur, at tað er ómetaliga tíðarkrevjandi at útvega avloysaraskip fyri Smyril, tí tað eru so nógv krøv, sum skulu lúkast.

 

– Í roynd og veru brúka vit eitt heilt ársverk upp á at útvega avloysaraskip fyri Smyril, tá ið hann skal í dokk, leggur hann afturat.

 

Umframt at verið avloysaraskip fyri Smyril, kundi tað so eisini siglt upp á Skotlands, ella verið útleigað fyri at tryggja tí eina inntøku.

 

Ein slík uttanlandssigling kundi eisini verðið eitt rættiligt frambrot fyri ferðavinnuna í Suðuroy, tí so høvdu vit havt ein útlendskan marknað, har Suðuroy varð fyrsti steðgur í Føroyum, heldur stjórin á Strandferðsluni

 

– Eitt reiðarí eigur at hava eitt tiltakskip, skuldu óvæntaður trupulleikar tikið seg upp, og hendir okkurt óvæntað við Smyrli, eru vit av álvara illa farnir. So standa vit púra á berum, og tað leggur okkum undir eitt stórt og støðugt trýst, sigur Hilmar Eliasen.

 

Hann leggur afturat, at sum støðan er nú, er tað ongin, sum hevur ferðafólkasigling til Skotlands, so ein slík sigling hevði ikki verið kappingaravlagandi við nakað privat fyritakssemi.