Tá ið Víkingur týskvøldið misti finalusessin í steypakappingini, kostaði tað eisini tríggjar skaddar spælarar: Hans Jørgen Djurhuus varð vøddaskaddur, Sam Jacobsen koykti sær fótin, og Nenad Stankovic fór av vøllinum so mikið skaddur, at hann neyvan verður førur fyri at spæla ídag.
Víkingur hevur einki fingið burturúr tveimum teimum seinastu umførunum.
?Kanska HB í Gundadali ikki er tann dysturin, har vit vænta okkum trý stig hvørja ferð, men vit ætla okkum at fáa stig og at vinna okkum innaftur í kappingina, sigur venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, sum kann fegnast um, at Niclas Niclasen er tøkur aftur eftir leikbann.
Í gjárkvøldið misti HB oddasessin, sum meistararnir við undantak av einum umfari hava havt síðani 6. umfar. Ímóti Víkingi í Gundadali er møguleiki at endurvinna oddasessin, og tann møguleikan ætla teir í HB at taka av:
?Vanliga dámar mær ikki steðgir í kappingini, men hesar síðstu tvær vikurnar hava givið fleiri møguleikan at komið fyri seg aftur, sigur venjarin hjá HB, Kristján Guðmundsson.
Tá liðini spældu í Gøtu í 2. umfari var úrslitið málleysur javnleikur.










