Í morgin verður tiltakið Tryggari Internetdagur hildið kring allan heimin. Í hesum sambandi fer Dátueftirlitið at leggja fram úrslitið av eini kanning um hugburð okkara mótvegis vakmyndatólum á almennum støðum.
Dátueftirlitið hevur umvegis Gallup gjørt eina lýsing av hesum, eins og fólk eru spurd um, hvussu nógv tey nýta internetið.
Hetta hendir, sum nevnt í samband við Tryggari internetdagin, sum verður hildin í fleir enn 70 londum kring heimin.
Endamálið við degnum er á ymiskan hátt at varpa ljós á tryggari internetnýtslu við serligum denti á internetnýtsluna hjá børnum og ungum.
Í ár er temaið fyri degnum Connecting generations and educating each other har internetbrúkarar í øllum aldri verða eggjað til at granska tann talgilda heimin saman á ein tryggan hátt.
Framløgan av kanningini verður á Býarbókasavninum í Havn fyrrapartin, men annars verða nógv ymisk tiltøk á hesum staði allan dagin við upplýsingum, undirhaldi og kappingum.