Tað grør um gangandi fót á Toftum

Havnalagið á Toftum man vera tað havnalag í Føroyum, sum er broytt mest seinastu árini. Vinnulívið kring havnina hevur verið fyri sera stórum broytingum – og í stórari menning seinastu 15-20 árini

TOFTIR

Tíðliga í nítiárunum gjørdist Toftir við Fiskamarknaði Føroya miðdepilin fyri landing og sølu av fiski í Føroyum. Hetta var startskotið til stóran part av teirri menning, sum síðan hevur verið við havnalagið.
Umframt fiskamarknað og landingarmiðstøð, er eisini Kassamiðstøð á økinum sunnanfyri Toftagjógv, og beint norðanfyri er bygningurin hjá Snodd, har skrivstovuvirksemi og goymsla er.
Á havnalagnum er eisini bygningurin hjá Halduri Vang, timburmeistara, sum ger sperrur til sethús og størri bygningar. Her er Valhalla, ið er eitt pakkivirki, sum útflytir feskan fisk. Útflutningurin av feskum fiskavørum fer fram um farleiðina hjá Fresh Link, ið leigar seg inn í skrivstovu á havnalagnum. Tvær avskipingar eru av Toftum við farmaskipinum Silver Fjord um vikuna.
Millum vinnuøkið kring Toftagjógv og nýggja vinnuøkið við Rætt, kemur fiskavirkið hjá Faroe Seafood, ið er fyrrverandi Nykur. Hetta er saltfiskavirki, ið upprunaliga læt upp sum vanligt fiskavirki longu í 1969.

Nýggir bygningar
Áhugin at fara undir nýtt vinnuvirksemi í Nes kommunu hevur verið so mikið stórur, at kommunan hevur planerað eitt nýtt og stórt vinnuøki innanfyri Oyrarnar ella við Rætt, tey rópa.
Beint innanfyri gamla Turkihúsið í Oyrunum er nýggi bygningurin hjá KBH, ið er byggifyritøka, sum hevur bygt fleiri sethús og stovnar kring um í økinum – og longur norðuri reisti Sea Star sín vinnubygning.
Um ikki so langa tíð, er væntandi, at MJ Saltsøla fer at byggja niðanfyri bygningin, sum Sea Sear læt byggja.
Umframt vinnuna, sum seinastu árini er skapt á landi, er stór fiskiskipavinna í Nes kommunu. Bygdin hevur gjøgnum mong ár verið kend sum útróðrarbygd og línubygd, men í fleiri ár hava útgerðarmenn á Toftum eisini átt og rikið trolbátar. Aftrat hesum kemur tilknýti, sum stóru fiskiførini, Fagraberg og Vesturvón, hava við Toftir um toftamannin og vinnulívsmannin, Anfinn Olsen.
Á Toftum og soleiðis eisini í Nes kommunu er nógv vinnuvirksemi, sum kemur fólkinum og økinum til góðar, men so sanniliga eisini øðrum, ið starvast og virka í tí virksemi, sum er skapt.

Aðrar umstøður
Skúlin er nýliga útbygdur, so hann er vorðin nútímans við nýggjum møguleikum – ikki minst við stórari fimleikarhøll og aulu við ymiskum møguleikum.
Á Toftum er eisini eldrasambýlið Vesturskin, ið hevur pláss fyri 16 búfólkum.
Ítróttarliga er bygdin væl fyri við bæði graslíkisvølli og grasvølli umframt góðum felagshúsi.
Skipaði viðurskifti eru eisini á barnaansingarøkinum, so karmar og grundarlag undir bygdunum í kommununi er gott.