Tað grør um gangandi fót – men ilt eygað sær einki gott

John William Joensen, Formaður í Norðoya Sambandsfelag
----
Stórur tørvur er á vardum bústøðum til fólk við skerd­um førleikum. Hetta hevur lands­stýrið eisini ásannað. Tí er tikin avgerð um at steðga við at keypa vanlig sethús og at umbyggja tey til sambýlir, men heldur fara undir eina tilgongd at byggja nýggjar tíðarhóskandi bústaðir, sum eisini yvir tíð kunnu koma í staðin fyri nøkur av verandi sambýlum. Í dag verður ar­beitt í Klaksvík og Runavík at byggja hesir týðandi stovnar og myndin er av byggingini undir Fossum í Klaksvík gjár­kvøldi. Meðan eg tók mynd­ina var mær lítandi yvir á skúlaumhvørvið hjá ungum lesandi í Klaksvík sum í nógv størri mun nú verður savnað á Tekniska Skúla, sum nú verður ein veruligur lestrardepil í býnum, har hópur av ungum lesandi verða savnað.
Bygt verður við fullari kraft um alt landið. Byggingin í Klaksvík á Tekniska Skúla fer at hava nógvar fyrimunir við sær, bæði fyri tey lesandi, lærarar, onnur starvsfólk og lestrarumhvørvið í býnum sum heild. Á fíggjarlógini eru játtaðar tilsamans 36 mió. kr. til bygging, innbúgv, útbúnað, ráðgeving, eftirlit, umsiting o.a. Útbyggingin av TSK er liðug í 2015.
Hetta er bara ein brot­partur av tí nýskapan og byggiarbeiði sum Sambands­flokkurin seinastu 10 árini sum ábyrgdarfullur flokkur í skiftandi samgongum hev­ur sett út í korti og framt í verki. Tí var tað í vanntrúgv at leiðandi Sambandsfólk upp­­livdu at fyrrverandi flokks­for­kvinna, sum ongan­tíð megnaði at vinna Sam­bands­flokkinum politiska ávirk­an – og ongantíð sæt við politiskari ábyrgd í lands­politikki, lat seg brúka av loysingar hugaðum fjøl­miðla­fólkum til eitt media-stunt sum hevði eittans enda­mál – nevniliga at seta Sam­bands­flokkin í ringt ljós.
Men vit hava sæð tað fyrr – politiskt hatur hevur sprongt so mangar samgongur - og í Suðurstreymi er tað ein ítrótt at dyrka loysingina og hata vinnuhugaðar flokkar og vinnulívsfólk.

Ein styrktur Ríkisfelagskapur
At styrkja um ríkisfe­lags­­­skap­in hevur Sam­bands­flokk­urin gjørt við at dag­føra felags­skapin til at verða í trá við tey krøv sum vit til ein­hvørja tíð liva í. Hesi meira enn 100 árini Sambands­flokk­urin hev­ur verið ak­tivur í før­oyskum politikki hev­ur ríkis­felagskapurin ong­an­tíð verið sterkari enn júst í dag. Teir sokallaðu full­­veldis­flokkarnir undir leiðslu av Kalsberg, Hoydal og av Rana lovaðu fullveldi og fólka atkvøðu, men tá danir søgdu noy til at fíggja full­veldi Føroyar avlýstu teir fólka­atkvøð­una - so fullveldi var ikki so týdningarmikið kortini fyri hesar flokkar.
EG eri takksamur fyri at Føroyar seinastu 10 árini hava havt sera arbeiðssamar samgongur, sum hava framt rationaliseringar, veitt lætt til tey sum arbeiða og vilja arbeiða nógv, veitt lætta til tey lágløntu, vunnið tjóðini týðandi rættindi til tilfeingi, útbygt heilsuverkið, útbygt og ment miðnámsskúla skip­anina, útbygt trygd á sjónum, ja ment alt skúlaøkið, bygt hópin av serstovnum fyri fólk við sjúkum og breki og ikki minst útbygt og lagt lunnar undir útbyggingar av undirstøðukervinum…. oso.fr….
Ongantíð áður í Føroya søgu hevur pláss verið fyri so mongum á miðnám og til hægri lestur sum júst nú. Grundarlagið undir menning og útbyggingum seinastu mongu árini eru støðug polit­isk viðurskifti og tey hevur løgmansflokkurin syrgt fyri - undir leiðslu av Kaj Leo Holm Jóhannesen.
At stríðast fyri sambands­hugsjónini er ikki altíð tað populerasta men kemur eis­ini i framtíðini at tryggja børn okkara eina trygga fram­tíð. Eg ynski at børn míni eiga somu møguleikar í ríkja/ríkisfelagskapi sum vit hava! Men børn okkara fara at búgva í einum nógv meira altjóðagjørdum samfelag enn Føroyar eru í dag. Tí er neyðugt at føroyingar átaka sær ein størri leiklut á altjóða pallinum og hava Føroyar gjørt júst hetta undir leiðslu av Sambandsflokkinum har løgmaður enntá hevur drigið heimsveldi, ES, í altjóða gerða­rætt fyri at noyða ES at viðurkenna føroysk rætt­indi. Hetta er bara eitt av mongum málum sum eru sett á skrá undir leiðslu Sam­bandsflokksins....
Bert ein jalig heilsan.