Fótbóltur
Tað var toppur móti botni á Svangaskarði. HB, sum eftir trilvandi fyrstu umførini rættuliga hevur fótað sær og við risafetum tekur seg fram móti toppinum, hevði breidd og tyngd. B68, sum eftir góða úrtøku fyrstu ferðirnar, púra er steðgað upp, royndi at koma afturíaftur, tá ið Øssur Hansen eftir rúmt korter í 2. hálvleiki hevði minkað um munin. Men botnliðum so líkt so hilnaðist tað ikki væl hjá toftamonnum.
Tað vóru onkra ferðina spentar støður frammanfyri HB málið, men tað spurdist ikki meiri burturúr enn nær við og næstan.
Samstundis vóru tað eisini spentar støður frammanfyri B68 málið, sum væl kundu borið við sær, at HB leiðslan varð økt. Eitt nú tá ið innskifti Tór-Ingar Akselsen misnýtti heilt góðan møguleika.
Ungu menninir hava fótað sær
Ein av trupulleikunum á Toftum er, at ungu menninir, sum seinastu árini hava fingið møguleikan at spæla seg til fast pláss á besta liðnum, tykjast hava ilt við at vísa støðugu avrikini, ið eru alneyðug hjá teimum, sum tað verður roknað við skulu bera liðið.
Í HB hevur Krzystof Popczynski, sum millum spælararnar er sera nógv avhildin venjari, givið fleiri ungum spælarum møguleikan at vísa, hvør dugur er í teimum. Tað skinklaði eitt sindur í fyrstu umførunum. Men ungu menninir hava so við og við fótað sær, og at tað nú gongur sum eftir ánni hjá teimum sást væl í 1. hálvleiki á Svangaskarði.
Tað var um reppið, at líkindini vóru so mikið ólagalig, at dómarin noyddist at avlýsa. Í sovornum førum plaga HB spælarar ikki at trívast nakað serligt. Men tað tóktist ikki at bila hjá ungu og góðu spælarunum.
HB fekk tvey mál í 1. hálvleiki, og í báðum førum vóru málskjúttarnir úr yngra ættarliðnum, sum tað verður roknað nógv við.
Emil Nolsøe Leifsson skoraði fyrra málið, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Tað var fyrsta HB royndin undan vindinum og ímóti málinum hjá Tórða Thomsen, tá ið Emil Nolsøe Leifssonm, sum var sera eyðsýndur á miðvøllinum, tamdi og smekkaði til úr stórari fjarstøðu, eftir at B68 verjan hevði roynt at beina burtur.
Og HB hevði ikki havt stórvegis av málsóknum afturat at bjóða uppá, tá ið teir stórar tíggju minuttir undan steðginum fingu møguleikan og tóku av. Páll M. Joensen hevði fingið møguleikan í høgra álopsborði fyri skadda Jákup á Borg. Hann fekk fatur á langari framlegging, og so lyfti hann bóltin upp um málverjan og í B68 málið.
HB leiðlsan kendist ikki heilt trygg, tí B68 hevði alt meiri fríska lotið undan í 2. hálvleiki. Øssur Hansen minkaði um munin, tá ið hann sendi fríspark í HB málið. So var tað, at spentar støður stóðust í báðum endum. B68 spælararnir vístu góðan hugburð og royndu at stríðast, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa mál.
Unga HB liðið stóð royndina so rudduliga. Fyrr í vár hava teir fleiri ferðir prógvað, at teir eiga betri fótbóltslið enn teir flestu. Á Svangaskarði sunnudagin vístu teir eisini, at nú kann roknast við, at HB eisini kann fáa stig og vinna sigrar, tá ið líkindi og umstøður ikki eru til at spæla, og tá ið tað er serliga neyðugt at stríðast. Teir, sum loystu av, stóðu einki aftanfyri hinar, sum høvdu verið á vøllinum frá fyrsta bríksli.