Samskifti
At tað gongur væl hjá samskiftisfyritøkuni, TeleTech, kann valla nakar ivi vera um.
- Hóast roknskapúrslitið hjá felagnum enn ikki er uppgjørt, er greitt, at kundagrundarlagið øktist ár 2002 við útvið 30%.
Hetta veit Birgir W. Høgnesen, sum starvast hjá fyritøkuni, at siga.
Hóast TeleTech gjørdi stórar íløgur í útbygging í farna ári, vóru hesar viðvirkandi til, at inntøkurnar hjá felagnum vuksu munandi.
Birgir sigur, at kundagrundarlagið hjá TeleTech til tráðleysa
internetið røkkur í dag Tórshavn, Nólsoy, Toftir, Runavík, Saltangará, Strendur, Skála, Syðrugøtu, Norðragøtu, Gøtugjógv, Leirvík og Klaksvík.
- Útbyggingin gongur skjótt, og TeleTech ætlar sær at røkka meginpartin av landinum við komandi útbyggingum av egnum neti.
Tað, at felagið byggir sítt egna net, sigur Birgir, ger, at viðskiftafólk hjá TeleTech hava eitt sjálvstøðugt og trygt net.
Hann vísir á, at TeleTech var ikki burtur, tá ið Cantat-kaðalin í 2002 var skaddur, tí felagið hevði eina góða avtalu um uttanlandslinju.
Stór øking
Birgir sigur, at ein útbygging hevur tað við sær, at økini, har útbygt verður, fáa eina betri atgongd til tráðleysa internetið hjá TeleTech.
- Hesum gjørdu nógv sær dælt av, tí talið av viðskiftafólki hjá TeleTech øktist við næstan 30% úr ár 2001 til 2002.
Hann vísir á, at seint í ár 2002 gjørdi TeleTech avtalu við ein av mest seljandi telduhandlunum í Norðoyggjum, Omega, um at selja internet hjá felagnum.
- So, her vænta vit framgongd í 2003, leggur Birgir aftrat.
Herfyri gjørdu TeleTech og Kall avtalu um, at Kall leigar seg inn í hús og mastur á Høganesi í Nes kommunu.
- Í løtuni eru vit eisini í samráðingum við nøkur øki í landinum um komandi útbyggingarnar hjá okkum, sigur hann.
Stórir møguleikar
Við veksandi talinum av viðskiftafólki, hevur TeleTech eisini gørt sær nakrar tankar um hvørja leið, felagið eigur at ganga í framtíðini.
Birgir sigur, at nógvir møguleikar eru í loyvinum, ið TeleTech, sum tað fyrsta felagið, fekk frá táverandi landsstýrismanninum í fjarskiftismálum, Finnboga Arge í 1999 .
- Eg vil ikki koma nærri inn á, hvat felagið hugsar um, sigur Birgir.
Spurdur, um fartelefon ella fastnet eru í kvittanini, sigur hann, at tað vil hann ikki koma nærri inn á, fyrr enn kanningarnar, sum skulu gerast, eru lidnar.
Birgir sigur tó, at TeleTech ætlar sær ikki inn í satelittinternet, tí tær royndirnar, felagið gjørdi uttanlands í fjør, vóru vit ikki nøktandi.
Positiv gongd
Í juli 2002 keypti TeleTech sítt høvuðssæti í J. C. Svabosgøtu, og í komandi tíðum er so ætlanin, at aðrar íløgur skulu gerast í tekniska útgerð. Felagið hevur eisini nýtt nakað av peningi til FarIce-kaðalin, sum væntandi verður klárur í desember í ár.
Birgir roknar ikki við, at allar hesar íløgur fara at tyngja um raksturin, tí húsaognin hjá TeleTech er í stóran mun útleigað.
- Hetta saman við vaksandi talinum av viðskiftafólki sigur okkum, at
gongdin er ógvuliga positiv, sigur hann
Spurdur, sigur Birgir, at hann metir tað vera náttúrligt, at kappingin
er hørð millum Føroya Tele, Kall og TeleTech.
- Men tað eru bara vit av okkum trimum, sum leggja dent á tað tráðleysa internetið í løtuni, og tí eru vónirnar hjá okkum góðar, leggur hann aftrat.
Bert 16 oyru
Birgir W. Høgnesen sigur, at TeleTech er inni í eini positivari gongd, sum hann tekur til.
- Prísurin hjá okkum á lokala netinum er bara 16 oyru.
Viðskiftafólkini hugsa sjálvsagt eisini um prísin, men eg ivist ikki í, at tey hugsa mest um, at tey hava eitt internet, sum stendur opið allan dagin ? eitt internet, sum ikki skal ringjast upp, tá ið farast skal á netið, sigur hann at enda.