Tað gongur strúkandi hjá VB

Eftir heimatapið ímóti vágbingum er B68 fyri fyrstu ferð uttan stig, tá ið fyrsti triðingurin av kappingini er runnin

Fótbóltur

Tað gongur strúkandi hjá VB, og tað gongur illa hjá B68. Úrslitið á Svangaskarði var tí á aldukambinum til vildar, meðan teir í B68 eftir 3-1 tapið mugu staðfesta, at teir framvegis eiga á at vinna fyrsta stigið. Fyri fyrstu ferð øll árini, síðani toftaliðið í 1981 kom í bestu deildina, hava teir spælt fyrsta triðingin av kappingini, uttan at tað hevur eydnast teimum at fáa eitt tað einasta stig.
Trygvi Mortensen hevði gjørt onkrar manningarligar justeringar. Í útgangsstøðuni var B68 í 4-3-3 uppstilling, sum seinni varð broytt til 4-4-2. Mortan Hansen, sum hevur veriðmálverji, síðani Albert Sævarsson fór aftur til Íslands, var á beinkinum hesa ferð. Miðskeiðis í 2. hálvleiki varð hann settur inn í álopið. Millum stólparnar hesa ferð var Jazek Przybylski. Stóran part av kappingarárinum í fjør var hann málverji hjá GÍ, og higartil í ár hevur hann verið málverji á næstbesta B68 liðnum.
Vágbingar eru seinastu vikurnar farnir frá sigri til sigurs, og tað styrkir sjálvandi um sjálvsálitið. Hesa ferð vóru teir í umleið somu uppstilling, sum teir hava verið nógvu tær seinastu ferðirnar. Teir kenna sínar leiklutir, og teir vita, hvat tað snýr seg um. VB er væl fyri. B68 hevði rætta hugburðin, og teir stríddust tað, sum teir vóru mentir. Men gestirnir vóru støðugt eitt vet omaná. Vágbingarnir vóru skjótari, teir arbeiddu nógv, teir vóru fyri tað mesta stinnari í nærdystunum, og teir vóru fyrstir á returbóltunum.
Munurin var ikki rættuliga stórur, og málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir. Bjarni Johansen í VB málinum hevði ikki nógv at gera, og pólverski starvsfelagin hjá honum í hinum endanum hevði fáar møguleikar at vísa, at tað er hann, sum skal vera aftasti skansin, nú B68 hevur tólv umfør eftir at koma á stigatalvuna og klatra brøttu brekkuna av tíggjunda og fram á næstaftasta plássið.

Málini
Við nýggjum venjara og í roynd at vaska talvuna reina ráddi tað um hjá heimaliðnum fyrst og fremst at halda tætt í verjupartinum, áðrenn tað kundi hugsast alt ov nógv um framrættaða partin. Tí var tað køld pøs av vatnið í andlitið á B68, tá ið VB longu í fimta minutti gav fyrstu ábendingina um, hvønn veg stigini skuldu fara. Birgir Jørgensen royndi seg úti frá, skotinum bilti einki, og nýggi B68 málverjin tóktist ikki hava stórvegis møguleikar at bjarga.
Í 26. minutti varð 2-0 til VB. Hesa ferð var tað miðvallarin í høgru, Palli Augustinussen, sum átti síðsta fótin á. Uppspælið í vinstra borði var gott, innlegginum bilti einki, og Palli var leysur, tá ið hann skoraði til 2-0.
Tá ið tað restaði eitt korter kundi tað sæð út sum um, at B68 fekk møguleikan at fáa um endan. Mindaugas sá gula kortið fyri aðru ferð. Harvið noyddist hann av víkja av válinum, og so skuldi VB síðsta korterið stríðast við tíggju og ímóti ellivu. Men tað tóktist ikki at bila. Bara tveir minuttir eftir, at ein av teirra varð rikin av vøllinum, skoraði VB til 3-0, og harvið var uppgerðin afturlatin, sum tað nú á døgum verður nevnt. Álitisfulli og støðugi miðvallarin, Milan Kuljic, var málskjútti í hesum førinum. B68 misti í uppspæli, spælt varð fram í høgru, og úr eitt sindur spískum og uttanvert brotsteigin smekkaði Milan til. Skotið var sera gott, og bólturin smoygdi sær inn í handara síðunetið.
Øssur Hansen pyntaði um tveir minuttir seinni. Royndasti B68 maðurin krúllaði framvið tveimum, áðrenn hann royndi ímóti málinum, og bólturin fór í málið dygst inn við stólpanum. Harvið var fyrsta málið veruleiki, síðani nýggjur maður tók um stýrisvølin. Kanska tað gav lítla vón um, at tað skal bera til, tá ið B68 mánakvøldið í næstu viku skal inn til Fuglafirðar at verða annar parturin av oyggjauppgerðini, sum tað nú er lagt upp til skal gerast rættuligt lagnustríð. Bæði hjá ÍF og B68.