Fult umfar er í næstbestu fótbóltsdeildini í dag. Merkisvert er tað, at HB bæði er topplið í bestu deildini og í næstbestu deildini. 1. deildarliðið hjá HB hevur ikki tapt sjey tær seinstu ferðirnar, og síðsta vikuskifti fór HB framum B68, sum inntil tá hevði verið oddalið.
Í dag verður grannauppgerð í Gundadali. Eftir eitt sindur trilvandi byrjan m. a. 4-1 tap ímóti HB í fyrsta umfari hevur tað seinastu ferðirnar gingið sum eftir ánni hjá B36, og nú er árstalsfelagið á fjórða plássið.
Hjá B68 er stígur komin í, nú bara tvey stig eru vunnin burturúr trimum teimum seinastu royndunum. Í dag skal B68 spæla á útivølli ímóti FC Suðuroy, sum við sigri fer at leggja seg upp á síðuna á toftamonnum. Í fyrsta umfari vann legði FC Suðuroy rygg til 4-1 tap á Svangaskarði.
Skála hevur tvær tær seinastu ferðirnar tapt á útivølli. Aftur í dag eru skálamenn á ferð. Við Stórá bíðar TB, sum seinast eitt sindur óvæntað tapti 2-0 á Sandi. Í fyrsta umfari vann Skála 4-2 á heimavølli ímóti TB.
Grannauppgerð verður í Leirvík, har Víkingur fær vitjan av KÍ. 13. apríl vann KÍ á heimavølli fyrsta dystin millum hesi bæði liðini 3-1.
Botnuppgerð verður í Streymnesi, har B71 fer at vitja. Við sigrinum á TB fyri viku síðani lyfti B71 seg upp um EB/Streym, sum ikki hevur vunnið síðani í fjórða umfari. Í fyrsta umfari var úrslitið 2-2, tá ið EB/Streymur vitjaði á Sandi.
11. umfar í dag:
Víkingur-KÍ: Johan Petur Michelsen kl. 16.00
EB/Streymur-B71: Pætur Albinus kl. 15.00
B36-HB: Súni Fríði Barbá kl. 15.00
TB-Skála: Lars Müller kl. 14.00
FC Suðuroy-B68: Kári J. á Høvdanum kl. 15.30
Støðan undan 11. umfari
HB 23 stig
B68 22 stig
FC Suðuroy 19 stig
B36 18 stig
KÍ 16 stig
Skála 16 stig
Víkingur 13 stig
TB 13 stig
B71 8 stig
EB/Streymur 7 stig