Tað gongur spakuliga framá

- Alt tekur tíð, og tað gongur spakuliga at fáa bóndur at halda seg til kunngerðina um taðing, sigur deildarleiðarin á Umhvørvisstovuni.

- Alt tekur tíð, og tað gongur spakuliga at fáa bóndur at halda seg til kunngerðina um taðing. Hóast tað eru kommunurnar, sum umsita kunngerðina, fáa vit av og á fráboðanir um óskil.

 

Tað sigur deildarleiðarin á Umhvørvisstovuni, Suni Petersen.

 

Hann vísir á, at Umhvørvisstovan ongan mátistokk hevur sum sigur, um ansað verður betri eftir taðing í dag, enn áðrenn kunngerðin um taðing kom í gildið fyri fýra árum síðan.

 

- Hóast tað eru kommunurnar, sum umsita kunngerðina, fáa vit av og á fráboðanir um óskil, men í slíkum føri vísa vit til kommunurnar.

 

Suni Petersen vísir á, at tað kanska serliga er í tíðarskeiðnum, tá ikki er loyvt at taða, at fráboðanir koma.

 

- Eg dugi ikki við vissu at siga, hvørja ávirkan kunngerðin um taðing hevur havt, men eg trúgvi, at tað gongur spakuliga rætta vegin. 

 

Deildarleiðarin á Umhvørvisstovuni sigur, at tá fráboðanir um óskil eru komnar, hava hesar oftast snúð seg um dálking av áum ella vøtnum og sjáldan - fyri ikki at siga ongantíð - um lukt.