Tað gongur illa hjá KR

Tapið í oyggjunum sunnudagin var tað triðja á rað hjá Rógva Jacobsen og liðfeløgunum, sum eftir fimm umfør eru langt frá fremsta plássinum

ÍSLAND

Tað gongur einki serligt hjá KR, sum hevur Rógva Jacobsen á liðnum. Fimta umfarið var á skránni sunnudagin. KR spældi í oyggjunum ímóti ÍBV, og tað var soltið hjá Rógva Jacobsen, nú hann fyrstu ferð var í Vestmannaoyggjunum.
ÍBV hevði ikki vunnið í fýra teimum fyrstu umførunum. KR hevði ikki vunnið í oyggjunum í átta ár. Hesa ferð var tað ÍBV, sum vann. ÍBV var frammanfyri 2-0, áðrenn teir gjørdu sjálvmál og fingu ein mann vístan av vøllinum.
Á odda í Landsbankadeildini eru FH og Valur, sum eftir fimm tey fyrstu umførini bæði hava fult stigatal. Tey eru harvið níggju stig frammanfyri KR, sum hevur tapt tríggjar tær síðstu ferðirnar.
Hesa ferð vann FH 3-1 á útivølli ímóti ?rótti, meðan Valur var í Keflavík, har teir smurdu heimaliðið av 5-1. Fylkir, sum er á triðja plássinum við níggju stigum, vann 2-1 á heimavølli ímóti Grindavík. Saman við Fylkir hava Fram og ÍA, sum vóru partar av málleysum javnleiki, sjey stig.

Hans Fróði í essinum
Í næstbestu deildini eru Breiðablik og Hans Fróði Hansen komin væl frá fyrstu umførunum. Hesa ferð var Breiðablik á Ólafsfirði og spældi ímóti Víkingi, og tað hilnaðist væl. Breiðablik vann 3-0, eftir at tað í steðginum hevði verið málleyst.
Hans Fróði Hansen var kosin dagsins maður. Hann var í miðverjuni, og hann átti sín stóra lut í, at Breiðablik fekk hol á, tá ið tað restaðu sjey minuttir. Eftir skotroynd frá Hans Fróða varð ein av monnunum hjá Víkingi rikin av vøllinum, eftir at hann á mállinjuni hevði nýtt hondina at verja við. Breiðablik umsetti brotssparkið til mál, og síðstu minuttirnar skoraðu teir tvær ferðir afturat.