Tað gongur ógvuliga væl í Vestmanna

- Tað skerst ikki burtur, at vit í Vestmanna kommunu hava havt lotið í seglunum seinnu árini, sigur borgarstjórin.

Hetta er fyrsta skeiðið hjá Paula T. Petersen sum borgarstjóri í Vestmanna kommunu, og nú skeiðið skjótt er runnið, heldur hann, at hetta hevur verið ein fantastisk tíð.

 

- Vit høvdu fleiri avbjóðingar, tá vit tóku við. Neyðugt var at tillaga fíggjarætlanina og fremja sparingar. Í dag er kommunan væl fyri fíggjarliga, og nú hava vit aftur ráð at gera ymiskar íløgur, sum hava ligið á láni í fleiri ár. Vit eru farin undir at asfaltera, og fríðking hevur altíð verið eitt av málunum hjá okkum.

 

Hann sigur, at málið er, at Vestmanna skal vera hin grøna bygdin, og kommuna fer at halda fram á hesum øki.

 

Pauli T. Petersen vísir á, at tað sjálvandi var avbjóðandi at gerast borgarstjóri í eini tíð, har fíggjarliga rásarúmið var trongt, men hann sigur seg ivast, um tað yvirhøvur er lættari at stýra í góðum tíðum.

 

- Tað skerst ikki burtur, at vit í Vestmanna kommunu hava havt lotið í seglunum seinnu árini. Tá hetta skeiðið byrjaði, var nettoskuldin hjá kommununi stívliga 50 miljónir krónur, og nú er hon niðri á stívliga 20 miljónum.

 

Borgarstjórin sigur, at ein álíkning liggur um 42-43 miljónir krónur, og tí er nettoskuldin hjá kommununi nú minni enn ein hálv álíkning. Tað er ógvuliga flott.

 

- Tað vóru serliga íløgurnar í Ellisheimið á Grønanesi, sum í nøkur ár tyngdu Vestmanna kommunu fíggjarliga, men í dag vildi eingin verið hesa íløgu fyriuttan, sigur Pauli T. Petersen, sum vit á In.fo fara at venda aftur til seinni í dag, nú fjarðastevna verður hildin í Vestmanna.