Í dag er framleiðslan og vøran komin í fasta legu. Síðani fyrstu trilvandi royndirnar í 1996 við smærri modellum, er nógv hent. Royndir vóru eitt nú gjørdar í svimjihylinum í Vági.
- Síðani tá er nógv hent og í dag nýtist okkum ikki at hugsa um, hvørt lemmarnir virka, tí nú virka teir hvørja ferð, sigur Lars Larsen, stjóri, meðan hann greiðir frá um bróðurin Helga Larsen, ið fann uppá at arbeiða við trollemmum, meðan hann las til flúgviverkfrøðing í Svøríki.
- Hann hevði serligan áhuga í flogvongjum og eini 5 ár gingu, til hann fór at gera model av serligum trollemmum, greiðir Lars frá.
Trollemmarnir hjá Injektor Door og Helga Larsen hava tann eginleika, at teir glíða lætt í sjónum, lítil mótstøða er, og teir nerta ikki botn, men halda sær hóast hetta uppi og detta ikki á síðuna.
Hetta hevur m.a. við sær, at skip spara olju, eini 10 til 20 %, og eisini er sjáldan, at trol og lemmar standa føst, tí reiðskapurin heldur sær uppi frá botninum. Hetta eru sjónliga fyrimunir hjá skipunum og nakað, sum verður høgt mett.
Lars Larsen váttar søguna um, at annað útlendskt felag hevur endurskapað serligu trollemmarnar hjá Helga Larsen, men felagið er nú stevnt og kann vænta at koma at gjalda ávíst gjald fyri framleiðsluna til føroysku upprunamenninar.
- Men slíkt er ikki óvanligt, tá farið verður undir okkurt nýtt, viðmerkir Lars Larsen.
Gongur við ferð
Eftir at fyrsta settið av veruligum trollemmum varð roynt í 1998, er nógv hent. Injektor Door leigaði hølini á annars tóma flakavirkinum í Vági og framleiðslan fór í gongd.
- Trupulleikin hevur verið, at vit framleiða eina nýggja vøru. Í dag hava vit funnið tað rætta. Nú virkar vøran hvørja ferð og tað gevur úrslit, sigur Lars Larsen og leggur afturat, at sølutalvan nú gongur beint uppeftir, hóast kappingin á økinum er sera hørð.
Injektor Door hevur selt til kundar í eini 33 londum í øllum heimspørtum.
Injektor Door flytur brátt framleiðsluna í egin høli. Nýggj framleiðsluhøll er nærum liðug. Hon verður tikin í nýtslu síðst í maj. Framleiðsluhøllin er 1100 fermetrar og 16 mans arbeiða á virkinum.
- Tað hevur eisini verið lætt at fáa fólk, handverkarar, suður at arbeiða, og tað er ein fyrimunur, sigur Lars Larsen.
Við nýggju høllini eru framleiðslumøguleikarnir øktir 8 ferðir.
Øking
Hóast nýggja framleiðsluhøllin bert nærum er liðug, eru longu nú ætlanir um útbygging.
- Vit ætla at fáa framleiðsluna í gongd og síðani at hækka framleiðsluna. Væntandi koma eini 25 til 30 fólk tá at arbeiða á virkinum, sigur Helgi Larsen, ið væntar, at umsetningurin í ár verður 50% hægri, enn í fjør, og at virkið síðani aftur megnar at tvífalda umsetningin komandi ár.
Í løtuni snýr framleiðslan seg um 3 ymisk snið av trollemmum. Vanliga botntrollemmin, eitt nýtt slag til fisking við lágari ferð, nevnt Herkules, og so eru tað flótitrollemmarnir.
Arbeitt verður við øðrum sniðum, men komið er ikki so langt við hesum enn. Men tað skilst, at t.d. seismikkurin eisini er áhugaverdur, nú oljuvinna er á gáttini.
Injektor Door hevur søludeild í Danmark og stjóri har er tann í Føroyum so kendi vágbingurin Jan Allan Muller. Umframt er ein, ið tekur sær av frakt og øðrum.
- Sostat eru tað Jan Allan og eg sjálvur, ið taka okkum av søluni, sigur Lars Larsen, ið fegnast um, at Skipafelagið kemur beinleiðis á Tvøroyri, so eingir trupuleikar eru við flutningi í so máta.
- Einasti trupulleiki er, tá vit skulu flyta vøruna til onnur pláss í Føroyum, men hetta er bert ein lítil partur av framleiðsluni, sigur Lars Larsen.
Í byrjanini fór framleiðslan umleið helvt um helvt til heimamarknaðin og útheimin. Nú fara umleið 85% til útflutnings og komandi ár fara væntandi eini 95% av framleiðsluni til útflutnings.
Injektor Door hevur umleið 60% av samlaða heimamarknaðinum.
Lars Larsen staðfestir, at framtíðarvónirnar eru bjartar og at nú er gongd veruliga komin á framleiðslu og sølu.