Tað gongur av skriðuni hjá Chelsea

Fyri triðju ferð á rað noyddust favorittarnir seinnapartin av vøllinum eftir málleysan javnleik

Chelsea er framvegis á triðja plássi og harvið við kós móti atgongumerki til europeisku meistarakappingina. Men tað verður liðið ikki leingi, um gongdin framvegis verður, sum hon hevur verið fleiri tær seinastu ferðirnar.

Chelsea hevur nú spælt fýra dystir í nýggja árinum, og teir eru allir endaðir við javnleiki.

 

Í dag endaði tað á Stamford Bridge við málleysum javnleiki ímóti Leicester City, sum síðsta fjórðingin av tíðini var undirmannað, tí Ben Chilwell í 68. minutti sá gula kortið fyri aðru ferð og harvið varð vístur av vøllinum.

 

Hetta var triðja ferðin á rað, at tað hjá Chelsea endaði við málleysum javnleiki, og hetta var fjórði javnleikurin á rað. Mikukvøldið endaði tað málleyst ímóti Arsenal í minnu steypakappingini, síðsta leygardag endaði tað málleyst í FA Cup á útivølli ímóti Norwich, og triðja januar endaði tað 2-2 á útivølli ímóti Arsenal. Síðsti Chelsea sigurin var á heimavølli næstsíðsta dagin í fjør, tá ið tað í landskappingini endaði við 5-0 heimasigri ímóti Stoke.

 

Hjá Leicester City var talan um søtt stig á útivølli. Hetta var annar dysturin í landskappingini í nýggja árinum. Tann fyrsti var nýggársdag, tá ið tað á heimavølli endaði við 3-0 sigri ímóti Huddersfield.

 

Úrslitini higartil ídag

Chelsea – Leicester City 0-0

Crystal Palace – Burnley 1-0

Huddersfield – West Ham 1-4

Newcastle - Swansea 1-1

Watford – Southampton 2-2

West Bromwich Albion – Brighton 2-0

Tottenham – Everton kl. 17.30

 

1

Man. City

22

20

2

0

64:13

62

2

Man. Utd

22

14

5

3

45:16

47

3

Chelsea

22

14

4

4

41:16

46

4

Liverpool

22

12

8

2

50:25

44

5

Tottenham

22

12

5

5

42:21

41

6

Arsenal

22

11

6

5

40:28

39

7

Burnley

22

9

7

6

19:19

34

8

Leicester

22

8

6

8

34:32

30

9

Everton

22

7

6

9

25:34

27

10

Watford

22

7

4

11

31:40

25

11

Huddersfield

22

6

6

10

18:35

24

12

Brighton

22

5

8

9

17:27

23

13

Newcastle

22

6

4

12

20:30

22

14

Crystal Palace

22

5

7

10

20:33

22

15

West Ham

22

5

7

10

25:40

22

16

Bournemouth

22

5

6

11

22:34

21

17

Southampton

22

4

8

10

21:32

20

18

Stoke

22

5

5

12

23:47

20

19

WBA

22

2

10

10

16:30

16

20

Swansea

22

4

4

14

13:34

16