Mest vinnandi feløgini í føroyskum fótbólti spældu ein heldur týdningarleysan dyst í skugganum av FM-dystinum í Runavík. HB hevði undan dystinum ein kjans at vinna bronsu, meðan Kí í besta føri kann náa fimta plássi í Formuladeildini.
Fyrri hálvleikur var eitt sindur merktur av hesum, men í seinna hálvleiki kom veruligt lív í dystin, og tá lógu bæði liðini fram við eftir sigrinum.
Í fyrra hálvleiki hevði HB leikliga yvirvág, men KÍ var væl við í dystinum. Rógvi Jacobsen hevði onkra roynd, Andrew av Fløtum royndi eisini, og Tróndur Vatnhamar hevði tvær frálíkar bjargingar, sum forðaðu fyri, at KÍ skoraði.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki tók HB alsamt meira yvir, og eina løtu trýstu teir veruliga gestirnar úr Klaksvík. Hesa løtuna var tað serliga ein stórspælandi Meinhardt Joensen í KÍ-málinum, sum forðaði fyri einum HB-máli. Í einu støðuni hevði Meinhardt eina framúr góða dupultbjarging.
KÍ fótaði sær tó aftur, og seinastu løtuna fyri hálvleikssteðgin høvdu teir bláu fingið betur tamarhald á sínum spælið, og teir spældu viðaftur.
KÍ á odda
Í seinna hálvleiki kom KÍ betur inn í dystin, og eina góða løtu hevði KÍ gott tak á støðuni. HB hevði onkrar kontrakjansir, og aftur var tað Meinhardt Joensen, sum vísti seg frá síni góðu síðu, tá millum annað Andrew av Fløtum var leysur.
KÍ legði seg á odda góðar 10 minttir eftir steðgin. Fríspark varð sent inn í brotsteigin, bólturin ferðist millum fleiri, og so kom stríðsmaðurin Símun Joensen at standa væl fyri, og hann smekkað bóltin í málið til 1-0. Símun hevur júst havt leikbann í tríggjar dystir, men hann stóð sterkur í myndini hesaferð.
Eftir hetta setti HB seg so líðandi meira á dystin. Teir sendu nógvar bóltar inn í brotsteigin, men ofta var verjan ella málmaðurin fyri, og onkuntíð kom tað fyri, at bólturin ferðaðist fram við øllum og út av baklinjuni.
KÍ fekk ein gyltan møguleika at skora, tá raski og vælspælandi Kristoffur Jakobsen fór fram við fleiri og legði upp á tvørs til ein blankan Heðin á Lakjuni. Hann dró inn í brotsteigin, men Tróndur Vatnhamar stórbjargaði við eini fótparadu.
KÍ misti ein mann
Toppskjúttin hjá KÍ, Paul Clapson, gjørdi støðuna hjá sínum liði verri, tá hann fekk reyða kortið 20 minuttir fyri tíð. Takklingin av Ròkur av Fløtum var ógvuslig, og dómarin gav honum beinleiðis reytt kort. Eftir hetta legði KÍ stóran dent á verjupartin, og tað var bert í mótálopum, at klaksvíkingarnir hóttu.
Tað sá leingi út til at fara at eydnast KÍ at vinna dystin, men fýra minuttir fyri tíð javnaði HB. Eitt fríspark var sent inn í brotsteigin, KÍ-málverjin fór skeivur av innlegginum, sum broytti kós í vindinum, og tá bólturin datt fyri føturnar á Andrew av Fløtum, kundi hann ikki gera annað enn at senda bóltin í tóma málið til 1-1.
Eftir hetta royndi HB at fáa vinnandi málið, men tað eydnaðist ikki, og KÍ’arnir vóru sera misnøgdir tá linjuverjin í yvirtíðini veitraði ein púra leysan Kristoffut Jakobsen rangstaddan.
Hóast tað ikki var stórvegis at spæla um, royndu bæði HB og KÍ at skapa ein góðan dyst. Bæði liðini vildu vinna, og tey máttu noyðast við ein javnleik.