Superliga
Tað gerst alt tættari í toppinum í donsku superliguni. Í gjárkvøldið spældi felagið hjá Toda Jónsson, FCK, í Lyngby. Todi Jónsson er framvegis uttanfyri við skaðanum, sum hann fekk í Luksemburg. Í gjárkvøldið skuldi hann á gamla heimavøllin hjá sær at fylgja við avrikinum hjá liðfeløgunum. Um tað eydnaðist FCK at fáa øll trý stigini, so vóru teir bara eitt stig aftanfyri oddaliðið Silkeborg. Men uppgávan var ikki bara sum at siga tað, tí Lyngby hevur staðið seg sera væl.
At FCK í gjárkvøldið av álvara hevði møguleika at blanda seg í oddastríðið komst m. a. av, at Brøndby sunnudagin vann 1?0 á heimavølli ímóti oddaliðnum úr Silkeborg. Hetta var fyrsti heimasigurin hjá Brøndby í ár. Frammanundan høvdu teir tapt bæði ímóti OB og FCK. Tapið hjá Silkeborg var bara tað triðja í hesum kappingarárinum. Nú eru 22 av teimum 33 umførunum løgd afturum.
Størsta áskoðaratalið sunnudagin var í Brøndby. Fleiri enn trettan túsund sóu heimaliðið vera nógv meiri sannførandi enn gestirnir. Men tað gekk illa at fáa mál, m. a. tí at eykamálverjin á landsliðnum, Peter Kjær, stóð seg so sera væl. Einasta málið kom í 56. minutti, og tað var eitt sjálvmál.
Skírisdag skal Brøndby spæla í Odense ímóti OB, og 2. páskadag fáa teir vitjan av Jákupi Mikkelsen og Herfølge. Hósdagin skal Silkeborg spæla á útivølli ímóti FCM, og mánadagin hava teir heimavøll ímóti grannunum úr AGF.
Fleiri í stríðnum
Umframt Silkeborg og Brøndby eru tað eisni onnur feløg, sum saman við FCK kappast um DM. Eitt av hesum liðunum er samansetta liðið úr Ikast og Herning, FCM. Við tepra sigrinum á heimavølli ímóti AaB løgdu teir seg undir liðina á Brøndby.
AaB vísti meiri sannførandi avrik, men teir kendu ikki sína vitjunartíð. Einasta málið kom, tá tað bara vóru tveir minuttir eftir. Tað var innskifti Mogens Laursen, sum skoraði. At AaB tapti hevur við sær, at teir orduliga eru dotnir burtur ímillum í toppstríðnum.
Í morgin venda vit aftur til, hvussu tað hilnaðist hjá GCK í Lyngby. Hósdagin fær FCK vitjan av AaB, og mánadagin skal FCK spæla á útivølli ímóti botnliðnum í Haderslev, sum nú eitur HFK Sønderjylland.









