Tað gekk væl – eftir umstøðunum

Ein sperðil fór fyri 900 krónur og ein hálsur fór fyri 1100 krónur

 – Eftir umstøðunum gekk tað bara heilt væl. Tað sigur Claus Olsen í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag. Í gjárkvøldið seldu tey livandi seyð, og kjøt á uppboði í Hvalba við tí endamálið at útvega pening at reka bjargingarfelagið fyri.

 

Claus Olsen sigur, at tað var fitt av fólki møtt upp, hóast veðrið alt annað enn var til vildar, men tað var kortini ikki so nógv fólk, sum tað plagar at vera. 

 

Tilsamans seldu tey fyri 47.700 krónur, og sum umstøðurnar vóru, er hann nøgdur við tað, hóast teir seldu fyri næstan 70.000 krónur á uppboðssøluni í fjør.

 

– Men í fjør høvdu vit eisini nógv meiri seyð at selja, sigur hann. Hann sigur, at summir av teimum, sum eru fastir at lata teimum seyð at selja, hava mist nógvan seyð í vetur og tí fingu teir ikki so nógv, sum teir plaga.

 

Men tey, sum bjóðaðu, smæddust ikki burtur kortini. Sperðilin, sum sæst á myndini fór fyri 900 krónur og bøgir, hálsar og ryggjastykki vórðu seld fyri yvir 1.000 krónur, hvørt. Tann dýrasti veðrurin fór fyri 6.900 krónur.

 

Claus Olsen ivast ikki eina løtu í, at fólk bjóða ivaleyst fyri at stuðla bjargingarfelagnum, tí tey kundu fingið tað aðrastaðni fyri ein heil annan prís. 

 

Peningurin skal brúkast til at reka bjargingarfelagið fyri. Tey plaga at royna at keypa onkra nýggja útgerð hvørt ár. Í fjør fekk bjargingarfólkið nýggjar hjálpar og í ár hevur bjargingarfólkið fingið skrúvumaskinur, sagimaskinur og annað, at bjarga støðuni tá ið stormskaðar eru, og felagið hevur eisini fingið nakað av klintriútgerð.