Tað gekk ikki hjá Tottenham

Favorittarnir megnaðu bara 1-1 á útivølli ímóti botnliðnum Southampton

Tað var ein ordilig strika í rokningini hjá favorittunum í Tottenham, sum nú eru á veg av St Mary´s vøllinum í Southampton. Máltalvan vísir 1-1, og tað er eitt stig vunnið hjá teimaliðnuim og tvey stig tapt hjá gestunum.

 

Tottenham er nummar fimm, og Southampton er nummar átjan og harvið undir niðurflytingarstrikuni.

Bæði málini vóru skorað, tá ið eitt korter var farið. Talan var um sjálvmál eftir innlegg, men tríggjar minuttir seinni var tað toppskjúttin í Onglandi og Tottenham liðformaðurin Harry Kane, sum javnaði. Hann var hægstur eftir horna og stýrdi við høvdinum bóltin í málið.

 

Tottenham hevði bóltin størsta partin av tíðini, men tað eydnaðist ikki gestunum at spæla seg til fleiri upplagdar málmøguleikar. Í síðstu løtu hevði Harry Kane góðan møguleika fyri at skora týdningarmikla sigursmálið, men bólturin fór dygst framvið málinum.

 

At tað ikki eydnaðist Tottenham at vinna kemur serliga væl við hjá Liverpool, sum í annaðkvøld skal spæla á útivølli ímóti Swansea. Liverpool og Tottenham kappast í løtuni um týdningarmikla fjórða plássið. Tottenham hevur á fimta plássi 45 stig, og Liverpool hevur á fjórða plássi 47 stig.