Tað gekk ikki heilt, sum tað skuldi á flogvøllinum í dag, tá dagsins fyrsta flogfar lendi klokkan 14. Ætlanin hevur síðan 18. juni verið, at øll ferðandi skulu kannast fyri COVID-19, tá tey koma til landið frá í dag at rokna. Men enn er neyðuga viðgerðarloyvi frá Dátueftirlitinum ikki fingið til vega, og tí hevur ikki borið til hjá myndugleikunum at krevja, at tey ferðandi lata seg kanna av privatu fyritøkuni Thetis.
Hetta merkir tó ikki, at ongar kanningar blivu gjørdar í dag. Tey, sum komu til landið klokkan 14 í dag, fingu í staðin fyri kravdu kaningina eitt tilboð um at lata seg kanna sjálvboðið og ókeypis.
– Tey allar flestu tóku av hesum tilboðnum. Frá einum fólkaheilsuligum sjónarhorni var tað ein success í dag, sigur Pál Weihe, sum er læknafakligur ábyrgdarpersónur hjá Thetis.
Eitt telt er sett upp á flogvøllinum, har kanningarnar fara fram. Av tí at tað var sjálvboðið, so skuldu fólk skriva undir pappírir, og hetta hevði við sær, at køin bleiv rættiliga long.
– Annars riggaði tað væl í dag. Um loyvi kemur í dag, so verður ikki neyðugt at gera soleiðis í kvøld, tá næsta flogfarið kemur. So verður tað meira einfalt, tí tá setur mann bara kross á nøvnini ferðafólkalistanum, sigur Pál Weihe.
Undir vanligum umstøðum krevur líknandi umsókn eina langa viðgerð, og tí hevur Dátueftirlitið verið undir trýsti við stuttu tíðarfreistini. Men tað sær út til, at loyvið fer at vera klárt heilt skjótt.
– Vit hava arbeitt nógv við hesum og fingu tað seinasta tilfarið seint í gjárkvøldið. Nú hava vit viðgjørt tað og eru við at leggja seinastu hond á. Møguliga verður tað klárt um ein tíma. Vit eru ið hvussu er komin væl á veg, sigur Eyðhild Skaalum, stjóri á Dátueftirlitinum.