Um tríggjar vikur fer útgerðin, sum er brúkt at bora nýggja Hvalbiartunnilin við, av landinum aftur. Tað sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon.
Sum vit skrivaðu í gjár, verður liðugt at bora Hvalbiartunnilin longu í fyrstu viku í juli, og Jón Sigurdssin sigur, at so verður farið at rigga av.
Útgerðin at bora við er langleigað, og stjórin í Articon væntar, at hon verður avskipað aftur umleið hjálvan juli.
Les meiri um tað her: Tað gongur væl skjótari enn væntað
Annars kravdu tingmenn úr samgonguni, at tá ið tað varð liðugt at bora Hvalbiartunnilin, skuldi útgerðin flytast til Fámjins, so at tann tunnilin kundi verða boraður ígjøgnum, áðrenn útgerðin fer av oynni aftur.
Í hesum sambandi settu tinglimirnir fyri Sambandsflokkin, Johan Dahl og Erhard Joensen, hart uppá beint fyri jól, at at nú boriútgerðin er í Suðuroy kortini, skuldi hon ikki av aftur oynni, fyrr enn tunnilin til Fámjins eisini er boraður.
Eisini Jenis av Rana, landsstýrismaður, vildi hava Fámjinstunnilin boraðan tá, og Johan Dahl segði, at samgongan skuldi loysa hetta málið í vár.
Les meiri um tað her: Tinglimir leggja sína egnu ætlanir fyro at gera tunnil
Men tað gekk heldur ikki á hesum sinni. Stjórin í Articon sigur, at tey hava einki hoyrt aftur frá myndugleikunum um ta verkætlanina, og tí er ikki annað hjá teimum at gera, enn at rigga av.
Og tað einasta, sum er hent á politiska økinum, er, at landsstýrið vil hava Løgtingið at játta tríggjar milliónir til at fyrireika arbeiðið at gera nýggjan tunnil til Fámjins. Samstundis er upplýst, at tað væntandi fer at taka einar seks mánaðir at fyrireika Fámjinstunnilin og at gera klárt til at bjóða hann út.
Hendan dagin, Løgtingið skifti orð um tunlar, førdi Erhard Joensen, sum var ein av teimum, sum kravdi, at Fámjinstunnilin skuldi borast áðrenn boriútgerðin í Hvalba fer av oynni aftur, at skal tað taka eitt hálvt ár at gera Fámjinstunnilin kláran at bjóða út, er tað onkur, sum gevur sær góða tíð.
Hin sambandsmaðurin, sum kravdi tað sama, Johan Dahl, segði, at hann hevur fingið upplýst frá Articon, at tilfarið, sum longu nú er til skjals um Fámjinstunnilin, er nokk til at bjóða hann út, og tí er ikki neyðugt við nógv fleiri kanningum.
Hinvegin varð tað eisini gjørt greitt í Løgtinginum, at hóast tað skuldi verið klárt at bjóða Fámjinstunnilin út nú, eru ongir pengar at arbeiða fyri í ár, tí tað er ikki eitt oyra sett av til hann á fíggjarætlanini.